AME fer aftur til Íslands

Tá Atlantic Music Event aftur vitjar í Reykjavík 31. mars, verður tað við nøkrum av okkara fremstu tónleikanøvnum, luttakarar verða Eivør, Teitur, Gestir, Høgni Lisberg og Brandur Enni.

Tíðindaskriv

Høvuðsfyriskiparar av AME Reykjavík eru Menningarstovan, Norðurlandahúsið og TUTL.
Høvuðskonsertin verður kenda á spælistaðnum NASA í Reykjavík, leygarkvøldið 31. mars 2007. Vónandi fara tónleikarnir eisini at spæla aðrar konsertir í Reykjavík, eitt nú var skipa fyri smærri hugnaligum konsertum á Grandrock til AME í Reykjavík 2006. Møguleiki er eisini fyri onkrari konsert í øðrum hølum, meira verður at frætta um hetta seinni, siga fyrireikararnir.
Fyrireikarnir vænta hópin av gestum at til konsertina og eisini at íslendskir fjølmiðlar og onnur innnan tónlistavinnuna fara at koma til AME í Reykjavík. Í fjør vóru bæði skrivandi og sjónvarp til tiltakið.
AME tiltakið í 2006 hevur havt við sær størri fokus á føroyskan tónleik í Íslandi, tí nú verður meira av nýggjari føroyskum tónleiki spældur í íslendskum útvarpi, m.a. tey sum luttóku í fjør.
- Fyri at økja enn meira um áhugan hava vit valt at blanda konsertina við bæði kendum og minni kendum føroyskum nøvnum í Íslandi. Hesi eru Teitur við strúkarum, Eivør Pállsdóttir við bólki, Gestir við strúkarum, Brandur Enni duo og Høgna Lisberg við bólki, verður sagt úr Norðurlandahúsinum.
Ætlanin var at Brandur skuldi luttaka í 2006, men tá var nýggja tilfarið hjá Brandi ikki klárt. Men nú er Brandur klárur at trína á íslendska tónlistapallin við nýggjum tilfarið.
RÁS 2 í Íslandi hevur gjørt av at taka upp konsertina og senda hana á páskum 2007.
Høvuðsstuðlar eru Menningarstovaan við stuðli frá Vinnuframagrunnurin, Norðurlandahúsið í Føroyum og Altantic Airways. Aðrir stuðlar eru m.o. Jákup Jakobsen, Sjómansheimið Ørkin og íslendska bryggjaríið Vífilfell.