Tólv av okkara fremstu fimleikarum í amboðsfimleiki eru í dag farnir yvir til Cardiff í Wales at kappast um norðurevropiska meistaraheitið (NEC).
Í kappingini, sum verður leygardagin og sunnudagin, luttaka øll norðurlondini umframt Skotland, Wales og Ongland. Kappast verður í øllum greinum. Fríggjadagurin verður brúktur til fyrireiking, har fimleikararnir sleppa at royna amboðini á podium. Kappingin verður skipað soleiðis, at tað bæði verður ein liðkapping, ein all-round kapping og ein amboðskapping.
Í ferðaliðnum eru eisini landsliðsvenjararnir Razwan D. Selariu og Camelia M. Mindricel, sum seinastu árini hava sett høg mál fyri føroyskan amboðsfimleik, tveir av okkara altjóða dómarum og umboð fyri Fimleikasambandið, sum á ferðini fer at virka fyri, at Fimleikasambandið fær altjóða luttøku í FIG, altjóða fimleikasambandinum.
Fylgjast kann við úrslitum v.m. á Facebooksíðuni hjá Fimleikasambandinum, Føroya Fimleikasamband | Facebook.