AMBOÐIÐ ? BÁGI, BÓT ELLA HVØRKI ?

tórbjørn jacobsen
???
Havi fyrr sammett føroyingar og heimastýrisskipanina við hvítu mýsnar, sum í stuttleikagørðum vera brúktar til at undirhalda teimum vitjandi. Í lokaðum, glaraðum og gjøgnumskygdum karusellum leypa tær trin av trini, geberda sær sum frægast og tykjast at trívast soleingi eigararnir, og tey sum defilera framvið, lata teimum okkurt til matnað og klappa og skemta sær hvørja ferð lopið verður av niðasta yvir á næstniðasta trin. Soleiðis renna tær úr vøggu í grøv. Enda hvørja ferð í tyngdarpunktinum aftur. Niðast, og einasta treytin fyri at hetta kann halda fram er, at fóðurleveransan er støðug. Sum vituligt er, kátt lær høvur av fullum maga, og leiðin til mansins hjarta gongur ígjøgnum búkin. Verður leskað hóskandi, er ongin vandi fyri, at tær gera uppreistur og bróta glarmúrarnar íkring seg, og harvið gerast ein hóttan fyri áskoðarar og onnur.
Fyri tveimum árum síðani legði undirritaði uppskot fram á Fólkating, ið hevði til endamáls, at tingið álegði donsku stjórnini at fráboða altjóðasamfelagnum, t.v.s. ST, tann veruleika, at føroyingar áttu sjálvsavgerðarrætt sambært altjóðarætti. Uppskotið var sveipað av borðinum. Eindarlistin og Socialistiski Fólkaflokkurin tóku undir við uppskotinum ímeðan serliga stjórnarflokkarnir bokslaðu tað út av tingi. Har var ongin bøn.
Ímeðan pávin hevur ligið til tað seinasta hava mong havt tað fatan, at eisini heimastýrislógin var komin á deyðsmótið, nú sólkongurin av Tvøroyri støðugt hevur flutt seg úr einum stað í annað á norðaru hemisferuni. Undirskrivað markaskjøl í Fámjin og í Keypmannahavn. Sjálv-stýrismálið er loyst, sigur Eidesgaard í samrøðu við Sosialin fríggjadagin. Og øll fagna manninum, sum loysti tjóðskaparmálið endaliga. Fjølmiðlafólk og polit-iskir leiðarar standa í fremstu røð og í ovfarakæti vælsigna teir yvirlýsingina hjá Anders og Jóannesi.
Jenis av Rana tó undantikin. Og hesaferð má eg viðurkenna, at eg eri so sára samdur við manninum av Rananum. Løgið, at hann skuldi vera hin einasti sum átti so frætt av politiskari kynismu og klárskygni, at hann kundi gjøgnumskoða glantrileikin hjá oddvitanum í borgarligu sambandssamgonguni. Tí vituliga er hetta ikki annað enn ein skúmbanan Jóannes er komin heimaftur av flatlondum við. Hann sá nú heldur ikki heilt álvuligur út, táið hann nærkaðist borðinum og skuldi skriva undir inni á bonaðu gólvunum á Sláturhólmanum. Og myndin úr Fámjin svíður framvegis í eygunum. Johan Dahl og Hendrik Old skjaldsveinar táið føroyska sjálvstýrismálið verður loyst?Annaðhvørt er hend ein politisk metamorfosa ella er alt bara í sínum gamla lagi.
Og tað er tað sambært sambandsoddinum Kaj Leo Johannessen. Ikki ein stavur, ikki eitt komma og ikki eitt punktum er broytt í viðurskiftunum millum londini bæði, ríkisfelagsskapurin hevur ongantíð havt tað betri. Sigur Kaj. Og ivaleyst hevur hann rætt.
Stjórnarskipanarliga statusið hjá Føroyum er enn hitt sama. Heimastýrislógin. Her er onki broytt. At gera nakrar mannagongdir smidligari, um tú ætlar at gera nakrar broytingar í eini verandi skipan, er ongin politisk hending. Bara ein praktiskur foranstaltningur, sum ikki hevur uppiborið hetta bláoygda festivitasið, sum hevur kjálkað seg íkring felags yvirlýsingina.
Einasta sum kundi verið eitt frambrot, er orðingin um sjálvsavgerðarrættin. Tann ballónin er nú eisini punkterað, eftir at teir tríggir, Halgir, Ole og Guðmundur hava staðfest, at hetta eittans er eitt skjal ímillum hjálandaveldið og hjálandið, sum ongan lykil hevur til heimssamfelagið og tí ikki fær brúkt hesa "viðurkenningina" til nakað sum helst.
Tað ber til at royna málið. Høgni Hoydal kundi lagt gamla málið um sjálvsavgerðarrættin framaftur á Fólkating. Soleiðis kundi viljin hjá donsku statsmaktini verið nároyndur. Stúri fyri, at lagnan verður hin sama sum seinast, og tá eru orðini hjá Bóndanum enn einaferð prógvað, um hvussu dystin lærdir í stjórnarleiki danir eru, og hvussu væl tað aftur hesaferð eydnaðist teimum at lumpa politiskt góðtrúnar føroyingar.
Teinurin inn í republikkina er hin sami í dag sum fyri viku síðani. Einasta broytingin er, at Anders Fogh Rasmussen kom við smyrjukannuni, nú tað hvein í so illani í navinum á karusellini. Nú melur betri og lagaligari og mýsnar stuttleika sær sum fyrr, og tað seyrar so hóskiliga úr donsku fóðurpatrónini, soleiðis at ringreiðin, karusellin, ongantíð steðgar, og hesi smáu dýrini ikki gera seg inn á glaraðu karmarnar. Tað er ivaleyst rætt at avtalan er eitt amboð. Men er ongin vilji til at brúka amboðið, tá er yvirlýsingin hvørki til bót ella bata. Nú fáa vit so at síggja hvat stendur í lógaruppskotinum, sum kemur í kjalarvørrinum av øllum hóvastákinum farnu vikuna. Tað fer at spyrjast.