Fríggjakvøldið er Mentanarnátt í Havn, og tá verður høvi at síggja málningar, akvarell/pastellir og steinprent hjá Amariel Norðoy í Galerie Focus í Lambagerði.
Heitið á framsýningunum verður “Útrøðrarbørn, sálmar lívsins”, sum pastor Bergur Jacobsen skrivar um.
- Tá Amariel Norðoy vaks upp, snúði stórur partur av tilveruni seg, heima hjá teimum, um deksbátin, “Norðan”, og at báturin gjørdist tekin um samanhald. At tú, so at siga, gróði saman við bátin. Hetta roynir Amariel at lýsa í sínum málningum á ein dramatiskan og lýriskan hátt.
Framsýningin er opin fríggjakvøldið kl. 18-20.