Amariel í heimstaðnum

Seinnapartin letur Amariel Norðoy upp listaframsýning í Klaksvík, haðani hann er ættaður.

Amariel vaks upp í Klaksvík, og fiskiskapur og tann dagligi útróðurin var ein fastur táttur av gerandisdegnum. Heima hjá Amariel og teimum snúði stórur partur av tilveruni seg um deksbátin Norðan, og báturin gjørdist tekin um samanhald.

Norðan er eisini at síggja aftur í flestu av málningunum hjá Amariel – ikki minst í røðini “Útróðrarbørn – sálmar lívsins”, sum Amariel hevur málað í nógv ár.

Seinnapartin í dag vitjar Amariel aftur heima í Klaksvík og letur upp málningaframsýning í Leikalund.

Fernisering verður frá kl. 16.00 til 18.00, og tá fer Holgar Jacobsen eisini at spæla nakrar sangir.

Framsýningin í Leiklund er opin fram til 15. desember.