Opera
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Føroya fyrsta opera, »Í Óðamansgarði« eftir tónaskaldinum Sunleif Rasmussen, varð fríggjakvøldið frumsýnd í Tjóðleikhúsinum í Reykjavík.
Undir leiðslu av Bernhard Wilkinson varð operan frumsýnd fyri fullsettum húsi, og millum gestirnar til føroysku frumframførsluna á íslendska tjóðpallinum vóru Ólafur Ragnar Grímsson, forseti Íslands og Katrín Jákupsdóttir, ráðharri Íslands við undirvísingar-, og granskingar- og mentamálum.
Operan »Í Óðamansgarði« varð upprunaliga skrivað til tónleikabólkin Aldubáruna í sambandi við 10 ára hátíðarhaldið hjá bólkinum. Hon varð um vikuskiftið framførd tvær ferðir, fríggja- og leygarkvøld, sum partur av Listarhátíð Íslands, ið verður mett sum størsta listatiltak íslendinga.
Útnorðursamstarvið betrast
Verkið er framført í samstarvi millum millum Tjóðpall Føroya og íslendska Tjóðleikhúsið, og sungu íslendsku leikararnir á føroyskum. Hetta helt Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, sum var einasta almenna føroyska umboð á túrinum, verða sera sjáldsamt.
Librettoin, ið er teksturin í eini opera, varð vístur upp á veggin, so øll kundu fylgja við.
Dánjal Hoydal hevur skrivað librettoina, ið byggir á søguna hjá William Heinesen um Marselius og Stellu Kristinu, sum í broytingarárunum møtast á fremmandari grund, nevniliga í garðinum hjá einum óðum manni í Havn.
Almennu íslendsku umboðini hildu talu fríggjakvøldið og heilsaðu føroyingum við hetta sjáldsama høvi. Eisini Heðin Mortensen røddi, takkaði fyri innbjóðingina og ynskti eitt enn sterkari mentanarligt samstarv millum Tórshavn og Reykjavík.










