Amanda Gullaksen er ársins rósa í Klaksvík

Fyri løtu síðan varð Amanda Gullaksen kosin Árisins Rósa í Klaksvík

Tað var Gunnvá við Keldu, borgarstjóri, sum tilnevndi hana.

Sera stór mannfjørd var komin saman til tiltakið – eini 1200, tá ið jólaskipið kom á Klaksvík í kvøld fullsett við jólamonnum og jólapakkum, eftir at hava verið í Lorvík og heilsa teimum har og biðið gleiðlig jól.

Stóra mannfjøldin gekk niðan á vøllin, saman við jólamonnum og sløkkiliðsbillum, har politiið og sjúkrabilar eisini vóru við í ferðini.

Tá ið jólamenninir høvdu heilsað uppá og sungið, kom borgarstjórin, Gunnvá við Keldu fram og helt eina røðu fyri Amandu og og heiðraði hana fyri hennara sjálvboðna arbeiði fyri føroyska dansinum, saman við børnum og ungum, sum hon í fleiri ár trúliga hevur staðið fyri.

Hon hevur gjørt sítt til at menna føroyska dansin í Klaksvík,, teimum ungu at frama .

Amanda Gullaksen var sjónliga tikin á bóli, og skilti ikki rættiliga hví, hesin heiður varð sýndur henni. Hon takkaði rørd fyri, og síðani flokkaðust fólk kring hana at ynskja henni tillukku.

Myndirnar hevur Dávur Winther tikið og tað er Amanda í grønum/bláum jakka.