Amaliel Hansen deyður

   

Sunnudagin 23. februar andaðist Amaliel Hansen í Klaksvík, 73 ára gamal. Hann var ættaður úr Mikladali, yngstur av teimum 6 børnunum hjá Malenu og Jógvan í Beiti.
Amaliel búði í Klaksvík meginpartin av ævi síni. Hann fekk sær handilin Kósabúðin við fjølbroyttum úrvali av matvørum og klædnavørum og hevði handilin í mong ár. Tað gjørdist hansara lívsstarv at vera handilsmaður. Hann leitaði tó eisini aftur á slóðina og hevði hús og jørð í Mikladali.
Áhugin fyri samfelagsviðurskiftum var sera stórur. Amaliel var tjóðskaparsinnaður, hann var loysingarmaður og í mong ár virkin limur í Norðoya Tjóðveldisfelag. Eisini var hann í nøkur ár fyritaksstjóri á blaðnum 14. September.
Hann giftist í 1958 við Hansinu Højbro úr Klaksvík, og tey fingu børnini Paulu, Malenu, Elin og Jógvan.
Fyri nøkrum árum síðani fekk Amaliel ta ringu Alzheimer-sjúkuna, og tey seinastu árini var hann á Røktarheiminum í Klaksvík.