Talan var um rimmar túr, tá ið Fremad Amager við Toda Jónsson sum nevndarformanni og trimum føroyingum í hópinum – Hans Jørgensen, Erling Jacobsen og Rókur Jespersen – seinnapartin vann 5-1 í Værløse. Sigurin gjørdist eyka søtur, tá ið Børnshøj, sum er á triðja plássi, á heimavølli tapti 3-0 á heimavølli ímóti Greve. Oddaliðið í 2. deild eystur, Roskilde, hevur ikki spælt í dag. Roskilde hevur 55 stig fyri 25 dystir, Fremad Amager hevur 54 stig fyri 26 dystir, og Brønshøj hevur 48 stig fyri 26 dystir.