ALX á Náttin er Ung

Rapparin ALX og rokkbólkarnir The Story Ends og Skunk fara saman við C21 at royna at fáa takið á Høllini á Hálsi at lyfta seg leygarkvøldið 3. desember, tá náttin enn einaferð er ung í Havn.


Náttin er Ung
 
Iranskt føddi amerikumaðurin og rapparin ALX er hitt útlendska navnið á Náttin er Ung, í gjár varð kunngjørt, at danski dreingjabólkurin C21 spæla á konsertini. Men tá varð somuleiðis boðað frá, at enn eitt útlendskt navn fór at koma á skránna, og tað er nú greitt at hetta er ALX. Umframt útlendsku nøvini spæla føroysku bólkarnir The Story Ends og Skunk.
 
ALX luttók eisini á Náttin er Ung, fyrru ferð tiltakið var. Rapparin var í Føroyum og luttók á skeiðinum Hetta er tín kommuna, men tá hann hoyrdi um Náttin er Ung, so vildi hann sleppa á pallin. Hetta gjørdist ein brakandi success. Hann setti ordiligt lív í fjøldina, og aftan á konsertina vóru nógvir føroyingar innið á heimasíðuni hjá honum www.okayhater.com, og bønaðu ALX um at koma aftur. Jaligu lýsingarorðini vóru nógv, og fólk søgdu hetta vera teirra størstu uppliving nakrantíð og annað tílíkt. Tí avgjørdu fyrireikararnir, at ALX skuldi við aftur.
 
Á heimasíðuni singur ALX, at hann ætlar sær at spæla A special blowout set, hvat tað nú enn merkir á rapp máli. Hann lovar, at talan verður um eina frálíka framførslu.
 
Føddur í Teheran
ALX ella Aryan Sabour, sum hann varð navngivin, varð føddur í Teheran í  Iran í 1984. 1 ára gamal flutti hann við mammu síni til Los Angeles. Hann hevur skrivað tónleik síðan hann var 9 ár. Tónleikurin flutti seg skjótt yvir í rapp. Árini í USA vóru ikki øll líka góð, og aftan á at mamman fór at livað saman við einum mannið, ið gav Aryan forboð ímóti at lurta eftir og skriva tónleik, flutti hann til Danmarkar at búgva hjá pápa sínum, ið hann ikki kendið.
Í Danmark hevur yrkisleiðin sum rappari verið rættiliga væleydnað. Hann hevur luttikið á nógvum ymiskum útgávum, og nú hevur ALX innspælt sína fyrstu LP plátu. Hann sigur á heimasíðu síni, at hóast plátan ikki alment kemur út í Evropa fyrr enn um tveir mánaðar, so verður hon til keyps á Náttin er Ung.
 
Bæði The Story Ends og Skunk gjørdu veruliga vart við seg í GBOB kappingini, og teljast millum mest spennandi og lovandi ungu føroysku bólkarnar. Hetta eru upplagdir bólkar til Náttin er Ung. The Story Ends fekk frálík ummæli á GBOB, og var eisini í finaluni. Skunk megnaði ikki at vinna seg í finaluna, men var tann bólkurin, sum fyrireikarin <st1:PersonName w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;J?n Tyril&quot;$?$end$!$Jón Tyril</st1:PersonName$?$end$!$ tók fram, sum dømi um lovandi nýggjar bólkar.<BR>