Brasilski fótbóltsspælarin Daniel Alves heldur fram í spanska felagnum Sevilla. Alves vildi sleppa til Chelsea at spæla, men Sevilla kravdi eina ovurhonds stóra upphædd fyri spælaran, og so var keypið av ongum. Alves hevur sjálvur hildið seg burtur frá Champions League dystum hjá Sevilla, tí so kundi hann spældi fyri annað felag í somu kapping, men nú lovar Alves, at hann ætlar at uppføra seg professionelt í Sevilla. Flytingarvindeygað læt aftur um vikuskiftið.









