Ein ungur maður er komi álvarsliga til skaða, aftaná eitt ferðsluóhapp við viðarlundina í Trongisvági.
Tað var stutt eftir klokkan eitt í dag, at løgreglan fekk boð um, at ein bilur var farin út av vegnum við viðarlundina. Løgreglan og sjúkrabilar vóru skjót á staðnum.
- Ein bilur kom koyrandi frá Hvalba til Trongisvágs. Tá hann kom framvið viðarlundina, tók høgra síða frammanfyri í autoverjan. Úrslitið var at bilurin fór bóltandi nakrir ferðir eftir vegnum, áðrenn hann fór út av omanfyri viðarlundina, sigur løgreglan við in.fo, og lýsa óhappið sum álvarsamt.
Tveir ungir mans vóru í bilinum. Bilførarin varð slongdur úr bilinum í óhappinum, og fekk so mikið álvarsamar løstir, at tyrlan hevur flutt hann á Landssjúkrahúsið.
Hin ungi maðurin megnaði sjálvur at grulva úr bilinum. Hann varð fluttur á Suðuroyar Sjúkrahús, har hann verður kannaður fyri smærri løstir.

Álvarsamt ferðsluóhapp í Trongisvági





