Klokkan 19 í kvøld byrjar dysturin í Betrideildini hjá monnum millum NSÍ og B36 við Løkin í Runavík.
Seinastu 20 ferðirnir liðini hava møtst í bestu fótbóltsdeildini og í steypakappingini hevur NSÍ vunnið sjey dystir, seks dystir eru endaðir javnir, og B36 hevur vunnið sjey dystir.
So hagtølini eru púra jøvn. Men 11 veddingarfyritøkurnar hava útiliðið sum favoritt til at vinna dystin við Løkin í kvøld.
Miðaloddsini upp á heimasigur til NSÍ eru 5,10.
Miðaloddsini upp á javnleik eru 4,35.
Miðaloddsini upp á útisigur til B36 eru 1,49, sum er størsta favorittstøðan B36 hevur havt við Løkin í mong ár.
HER eru oddsini:
##med2##
##med3##