Altjóða giktadagur er 12. oktober. Hjá Giktafelagnum er hetta sjálvandi eitt kærkomið høvi at varpa ljós á støðuna hjá giktasjúklingum.
Klokkan 19.30 mánadagin hevur felagið tiltak í hølunum hjá MBF við Íslandsvegin í Havn. Har verður millum annað fyrilestur við Augustu Mikkelsen, fysioterapeuti. Heitið á fyrilestrinum er fysioterapi og gikt, og verður her greitt frá og víst á, í hvønn mun kropslig venjing og viðgerð kann ávirka positivt á kropsligu vælveruna hjá giktasjúklingunum.










