Altjóda tónlistarskúli á Eiði

Nú Ei›is kommuna fer at gera ein altjóða fótbóltsvøll, átti eisini ein altjóða tónlistarskúli at verið bygdur saman við felagshúsi og skýli, sum hoyra til tílíkar vallir.

Síðan Norðljómur varð stovnaður, t.e. tónlistarskúlin hjá Eiðis og Sunda kommunu, hevur skúlin m. a. húsast í fólkaskúlanum á Eiði. Men fólkaskúlin í dag krevur so nógvar serstovur o. a., at pláss bleiv ikki til tónleikaundirvísing.

Tá skúlin varð útbygdur, gjørdu tey eina fína tónleikastovu, men Norðljómur fekk aldri loyvi at nýta stovuna, tí vanlig skúlaundirvísing skuldi vera har.

Kommunan átti eini eldri hús í bygdini, ið kallast á Forunum, spurningurin var, um húsið skuldi takast niður ella ikki. Í øllum førum hevur tónlistarskúlin húsast her. Tónleikalærararnir vóru ógviliga fegnir, endiliga eitt hús, sum teir kunnu hava fyri seg sjálvar. Men synd er at siga at hetta hús er á einum altjóða støði, og sagt varð, at tað var ikki peningur at gera meir við húsið.

Av tí sama er Eiðis ljómfelag flutt av bygdini. Orkestrið Norðljómur somuleiðis, og ætlanin var at gera eitt næmingaorkestur afturat, men eitt er vist, á Eiði er ikki pláss at hava tílík orkestur. Synd tí tað eru eiðisfólk, sum manna ein stóran part av orkestrinum.

Tí fegnist eg um, at kommunan aftur hevur penging at gera nýggjan vøll og so sjálvandi nýta 1. mill eyka til tónlistarskúla. So kunnu ljómliðini spæla sambatónleik og trumma til dystirnar, í hálvleikinum verður tónleikur, hetta fer at gera tað ótrúliga stuttligt.

Eiðis bygd var í síni tíð størsta bygd í Eysturoynni, men hevur hesi síðstu árini staðið í stað og kanska minkað.

Hyggja vit eftir teimum stóru bygdinum í Eysturoynni, so eru tað Rúnavík og Fuglafjørður. Báðar bygdirnar ella býirnir hava mentunarhús, sum verða nýtt til tónlist, sjónleik o. a, men hava bara ein fótbóltsvøll í part. Eiði hevur ein vøll og ein annar vøllur er í Streymnesi, also tveir vallir til uml. 2200 fólk og nú skal Eiði hava tann tridja. Tad er heilt ótrúligt sum hesi fólk megna nógv.

Øllum førum koppar ein tónlistarskúli ikki Eiðis komuni, tvørtur ímóti eri eg vísur í, at fólk eru ógviliga glað fyri tað sindrið av tónleiki, sum er í bygdini. Bygdin hevur avgjørt brúk fyri einum nýtímans tónlistarskúla við konserthøll, sum kundi verið nýtt til aðra list eisini. Tað vildi komið rættiligt lív aftur í bygdina.

Tær nýtímans barnafamiljur, sum koma heim aftur frá útlondum, hyggja sjálvandi eftir, hvar er ein góður skúli, mentunarlív og ikki minst ein altóða tónlistarskúli eru.

Eg skal ikki siga, at mentunarlívið á Eiði er steindeytt, men tónlistarskúlin hevur ikki nóg góðar karmar til, at nakað munagott skal koma burtúr. Og er tað nakað sum ger ein býling livandi, so er tað tónleikur.

Eg gleði meg at síggja fótbólt og hoyra tónleik við so góðum umstøðum, sum hesin vøllur skal kosta.