Aftur í ár verður skipað fyri altjóðamøti í Siloa í Fuglafirði. Hesi møti hava verið rættiliga væl vitjað bæði av útlendingum og føroyingum.
Altjóðamøtið hesaferð verður sunnukvøldið 3. juni kl. 18. Møtið er fyrst og fremst ætlað útlendingum, sum skilja enskt. Tí verður alt, sum fer fram á møtinum, á enskum máli. Hugsað verður bæði um fólk úr øðrum londum, ið búgva í Føroyum og eisini t.d. um sjómenn, sum í løtuni liggja inni við skipum.
Ein fjølbroytt skrá verður á møtinum. Góður felagssangur verður. Fuglfirðingurin Báður á Lakjuni, sum býr í Leirvík, skipar sangin. Góður tónleikur verður eisini. Ein vitnisburður verður frá eini kvinnu, ættað úr Nigeria, búsitandi í Føroyum. At enda verður ein stutt tala og øll verða boðin til eina máltíð.