Altjóða veddingarfyritøkur vænta javnan dyst á Svangaskarði

Níggju altjóða veddingarfyritøkur halda, at tað fer at ríða um snarið millum NSÍ og Barry Town United

Í annaðkvøld klokkan 18 tekur NSÍ móti Barry Town United í Europa League undankappingini.

Dysturin verður spældur á Svangaskarði á Toftum, og FM1 sigur sjálvandi beinleiðis frá dystinum.

Átta altjóða veddingarfyritøkur bjóða odds uppá dystin, og taka vit eitt snitt av oddsunum hesar níggju altjóða veddingarfyritøkurnar bjóða, so verður talan um ein ógvuliga javnan dyst.

Samanlagt er NSÍ ein pinka evarska lítil favorittur. Gjøgnumsnitsoddsið uppá heimasigur aftaná vanliga leiktíð er 2,52. Gjøgnumsnitsoddsið uppá útisigur er 2,54.

Lægsta oddsið uppá heimasigur er 2,46. Lægsta oddsið uppá útisigur er eisini 2,46.

Her eru oddsini hjá teimum níggju veddingarfyritøkunum:

Níggju veddingarfyritøkur: NSÍ-Barry Town1X2
1xBet  2.72 3.58 2.72
bet-at-home 2.463.152.46
bet365 2.503.202.50
Betclic 2.603.332.60
Betfair 2.633.40 2.60
Betsafe  2.45 3.25 2.50
Betsson  2.45 3.25 2.50
ComeOn  2.40 3.25 2.50
Interwetten 2.55 3.202.55
Gjøgnumsnitsodds:2.523.292.54