Klokkan 19 í annaðkvøld skal NSÍ royna at vinna seg víðari móti norðurírska liðnum, Ballymena í Europa League undankappingini. Dysturin verður spældur á Svangaskarði á Toftum.
Tað serliga við uppgerðini er, at hvørki NSÍ ella Ballymena hava áður vunnið seg víðari í einari evropeiskari kapping, so annað liðið skrivar, ið hvussu er søgu í annaðkvøld.
Hóast Ballymena hevur eina 2-0 leiðslu frá tí fyrra dystinum á heimavølli, so hava 18 altjóða veddingarfyritøkur NSÍ sum favoritt til at vinna dystin á Svangaskarði í annaðkvøld.
Hægsta oddsið uppá sigur til NSÍ aftaná vanliga leiktíð er 2,08. Lægsta oddsið uppá sigur til Ballymena aftaná vanliga leiktíð er 3,10.
Oddsini hjá teimum 18 veddingarfyritøkunum uppá dystin á Svangaskarði í annaðkvøld eru hesi:
| VEDDINGARFYRITØKUR: NSÍ-Ballymena | 1 | X | 2 | ||
|---|---|---|---|---|---|
| 10Bet | 2.00 | 3.30 | 3.10 | ||
| 1xBet | 2.08 | 3.50 | 3.46 | ||
| 888sport | 1.90 | 3.40 | 3.50 | ||
| bet-at-home | 1.93 | 3.33 | 3.32 | ||
| bet365 | 2.10 | 3.40 | 3.10 | ||
| Betclic | 2.04 | 3.58 | 3.57 | ||
| Betfair | 1.95 | 3.40 | 3.40 | ||
| Betsafe | 1.92 | 3.40 | 3.35 | ||
| Betsson | 1.92 | 3.40 | 3.35 | ||
| BetVictor | 2.05 | 3.50 | 3.75 | ||
| Betway | 2.00 | 3.60 | 3.50 | ||
| bwin | 2.00 | 3.40 | 3.25 | ||
| ComeOn | 2.05 | 3.35 | 3.15 | ||
| Interwetten | 1.95 | 3.40 | 3.40 | ||
| Unibet | 1.90 | 3.40 | 3.50 | ||
| William Hill | 2.00 | 3.40 | 3.40 | ||
| youwin | 2.00 | 3.30 | 3.25 | ||
| Betfair Exchange | 2.01 | 3.23 | 3.19 | ||
| Gjøgnumsnitsodds | 1.99 | 3.42 | 3.37 | ||











