Tað var ein risa avbjóðing, sum bíðaði tí søguliga U21-manslandsliðnum í hondbólti í HM-endaspælinum í Algeria í dag. Føroyar, sum óvæntað høvdu spælt seg víðari og í 1/8-finaluna, spældi ímóti HM-favorittunum úr Fraklandi.
Føroyar vóru væl við fyrstu løtuna, og Frakland slapp ongantíð at renna okkum umkoll. Frakland var eitt og tvey mál frammanfyri, men hetta var einans tí at Føroyar misnýttu møguleikar, og tí at franski málverjin stóð væl í fyrra hálvleiki.
Frakland tók timeout áðrenn fyrri hálvleikur var hálvrunnin. Beint frammanundan hevði Áki Egilsnes javnað til 5-5, og mynstrið var hesa løtuna, at Føroyar við góðum uppspølum fingu lirkað fronsku verjuna upp og samstundis stóðu væl í verjupartinum.
Stórtalentini og komandi heimsstjørnurnar úr Fralandi vórðu sendar út at mansverja sniðgevarnar aftanfyri føroysku álopini, einamest Jónas G. Djurhuus, og tað var sum heild minni munurin á liðunum í fyrra hálvleiki. Frakland fór til hálvleiks við teprari 14-12-leiðslu.
Føroyar fingu eina góða byrjan upp á seinna hálvleik og fingu minkað um munin til 14-13. Tá ið seinnu hálvleikur var um at vera hálvrunnin hevði tó hug at skrædna. Lítil mistøk vóru revsað og við eitt var Frakland á odda 20-15.
Hóast tað hesa løtuna sá svart út, so stríddu Føroyar seg inn aftur í dystin og minkaðu til 20-17 og seinni 26-23. Serliga var tað Helgi H. Hoydal, sum útmerkaði seg á strikuni, og allarflestu innspølini átti H71-liðfelagin, Jónas G. Djurhuus. Fleiri teirra vóru sera hegnislig.
Trý mál á muni var støðan tað síðstu løtuna, og tað var eisini soleiðis úrslitið bleiv. Frakland, stóru HM-favorittarnir, vunnu ein tepran 28-25-sigur ímóti føroyska landsliðnum, sum vístu altjóða støði og við størri neyvleika og hepni kundu havt framt eitt enn betri úrslit í dag. Heiðurligt, einki minni.
Føroyar – Frakland 25-28 (12-14)
Málskjúttar: Helgi H. Hoydal 9, Áki Egilsnes 6, Sjúrður Olsen 3, Hilmar Leon Jakobsen 3, Rói Berg Hansen 2, Fríði Weyhe 1, Teis Horn Rasmussen 1
Samrøður, sum Rás2 gjørdi við venjarar og leikarar eftir dystin, verða at síggja á in.fo í dag. Annars kann beinleiðis tekstafrásøgnin, sum in.fo hevði frá dystinum, lesast niðanfyri.
Liðugt: 28-25 til Frakland. Áki Egilsnes bankar ein bólt upp í málhornið, og tað verður seinasta vakra málið í hesum dystinum, sum nú er liðugur.
58min.: 27-24 til Frakland. Áki Egilsnes er júst komin inn á vøllin aftur, og hann skorar alt fyri eitt.
56min.: 27-23 til Frakland. Føroyar taka timeout.
55min.: 26-23 til Frakland. Rói Berg Hansen vil spæla við í frálíku málunum. Hann skrúvar bóltin hegnisliga í málið, og so skorar Helgi H. Hoydal beint aftaná sítt níggjunda mál.
54min.: 25-21 til Frakland. Eingin steðgar H71-parinum, Jónasi G. Djurhuus og Helga H. Hoydal. Nú spælir Jónas aftur um seg inn á strikuna, og Helgi skorar aftur.
53min.: 24-20 til Frakland. Tolið og gott uppspæl endar við, at Jónas G. Djurhuus finnur Helga H. Hoydal á strikuni, sum hegnisliga skrúvar bóltin í málið.
51min.: 24-19 til Frakland. Helgi H. Hoydal skorar aftur, hesaferð upp á ein retur, men Frakland
51min.: 23-18 til Frakland. Helgi H. Hoydal skorar, men Frakland svarar aftur.
48min.: 22-17 til Frakland. Aftur gerast teir leysir, og skotini hjá teimum sita eisini væl.
46min.: 21-17 til Frakland. Púra opið í fronsku verjuni og teir skora.
46min.: 20-17 til Frakland. Aftur eitt gott uppspæl, sum gevur Hilmar Leon Jakobsen pláss, og hann tekur av.
44min.: 20-16 til Frakland. Hilmar Leon Jakobsen brýtur ígjøgnum og skorar.
43min.: 20-15 til Frakland. Teir skora lættliga av vonginum. Niklas Simonsen kemur inn aftur í føroyska málið.
41min.: 19-15 til Frakland. Føroyar skutu útifrá, men fingu ikki mál.
40min.: 18-15 til Frakland. Føroyar taka timeout.
38min.: 17-15 til Frakland. Gott spæl út til Róa Berg Hansen, sum minkar um munin.
37min.: 17-14 til Frakland. Franski málverjin ger tvær bjargingar og so skorar Frakland.
36min.: 16-14 til Frakland. Teir gera skjótt av og skora.
35min.: 15-14 til Frakland. Gott spæl inn til Helga H. Hoydal, sum skorar.
34min.: 15-13 til Frakland. Framúr bjarging frá Hørði Trygvasyni, men Frakland fær bóltin aftur og FC Barcelona-spælarin, Dika Mem, skjýtur sítt fyrsta mál.
32min.: Áki Egilsnes fær tveir minuttir.
31min.: 14-13 til Frakland. Hilmar Leon Jakobsen skorar. Góð byrjan upp á seinna hálvleik.
Hálvleikur: 14-12 til Frakland. Vit hava spælt okkum væl ígjøgnum fronsku verjuna, og var tað ikki fyri franska málverjan, so var í minsta lagi javnt.
29min.: 14-12 til Frakland. Teis Horn Rasmussen stjelur bóltin frá fransmonnum, fer í mótálop og skorar.
29min.: Vit hava so avgjørt møguleikarnar. Nú var tað Áki Egilsnes, sum ikki fekk bóltin framvið málverjanum.
29min.: 14-11 til Frakland. Rói Berg Hansen er leysur á vonginum, men franski málverjin bjargar aftur.
28min.: Hørður Trygvason kemur inn í føroyska málið í staðin fyri Niklas Simonsen.
27min.: Frakland hevur fingið tveir minuttir.Hilmar Leon Jakobsen sleppur til skot, men franski málverjin bjargar.
26min.: 13-11 til Frakland. Teir skora aftur av vonginum. Sjúrður Olsen fær ein steðg og Rói Berg Hansen kemur inn.
25min.: 12-11 til Frakland. Áki Egilsnes smekkar hann í kassan.
24min.: 12-10 til Frakland. Teir gerast leysir á strikuni. Brandur Halgirsson kemur nú inn í verjustøðu, og Hilmar Leon Jakobsen er komin inn aftur í álopsstøðu.
23min.: 11-10 til Frakland. H71-parið Jónas G. Djurhuus og Helgi H. Hoydal spæla væl saman, og tann seinni nevndi minkar um munin av strikuni. Frálíkt mál.
23min.: 11-9 til Frakland. Vit gera yvirtraðk og Frakland fer í álop og skorar.
21min.: 10-9 til Frakland. Teir skora av vonginum.
20min: Javnleikur 9-9. FC Barcelona-spælarin Dika Mem hevur fingið tveir minuttir.
19min.: 9-8 til Frakland. Frakland hevur klassaspælarar, sum seta væl av og skjóta hart útifrá.
18min.: Javnleikur 8-8. Frakland svarar aftur beinanvegin.
18min.: 8-7 til Føroyar! Sjúrður Olsen púra leysur í mótálopi og skorar.
16min.: Javnleikur 7-7. Sama søga. Frakland á odda aftur, men Áki Egilsnes langar hann upp í málhornið. Triðja málið hjá honum á rað.
15min.: Javnleikur 6-6. Frakland leggur seg á odda, men Áki Egilsnes svarar aftur.
13min.: Javnleikur 5-5! Áki Egilsnes skorar og Frakland tekur timeout. Teir eru ónøgdir.
13min.: Frakland er farið at mansverja Jónas G. Djurhuus.
12min.: 5-4 til Frakland. Helgi H. Hoydal við tveimum málum.
10min.: 3-2 til Frakland. Sjúrður Olsen fangar ein returbólt og skorar.
9min.: 3-1 til Frakland. Teir vísa stóra skotstyrki. Vit hava ikki ráð til at misnýta nógvar møguleikar í dag.
8min.: 2-1 til Frakland. Teir skora útifrá.
6min.: Risa møguleikar hjá føroyingum at leggja seg á odda. Upplagdir møguleikar til Helga H. Hoydal og Pætur Thomsen, men enn er javnt 1-1.
6min.: Franskur leikari er púra leysur á vonginum, men Niklas Simonsen bjargar væl.
5min.: Áki Egilsnes fær tveir minuttir fyri harða takkling.
3min.: 1-1. So er fyrsta føroyska málið komið. Tað var Fríði Weyhe, sum snýtti sín mann og skeyt bóltin niður í gólvið og í mál.
2min.: 1-0 til Frakland. Føroyar hava havt ein góðan møguleika, men franski málverjin bjargaði.
Føroyska byrjunaruppstillingin: Niklas Simonsen, Pætur Thomsen, Áki Egilsnes, Jónas G. Djurhuus, Fríði Weyhe, Sjúrður Olsen og Helgi H. Hoydal.
Undan dystinum: Tjóðsangirnir runga í høllini, so nú verður ikki leingi áðrenn dysturin byrjar.
Undan dystinum: Dómararnir í dag eru úr Tunesia, og teir eita Samir Krichen og Samir Makhlouf.
Undan dystinum: Hilmar Leon Jakobsen, sum hevur verið sjúkur, er vorðin somikið birgur aftur, at hann er við í dag.
Undan dystinum: Vinnarin í dag møtir í fjórðingsfinaluni vinnaranum av dystinum ímillum Algeria og Makedonia.