Tíðindi frá skótajamoree í Onglandi
20070801/DRH
Sunrise Day
Undir hátiðarhaldinum endurnýggjaðu skótarnir skótalyftið hjá sær, ið er felags eyðkenni fyri allar skótar, og hevur nakað sama innihald hjá øllum skótasamskipanum: Við æru míni gevi eg tað lyftið, at eg eftir førimuni skal vera trúgvur móti Guði og landi mínum, vera hjálpsamur móti øllum og halda skótalógina.
Kl 8.00 var beinleiðis samband til Brownsea Island, har fyrsta royndarlegan hjá stovnararnum av skótarørsluni Baden-Powell var fyri júst 100 árum síðani. Brownsea Island má roknast sum staðið, har vøggan hjá skótarørsluni stóð. Hvørt luttakandi land hevði sent 2 luttakarar til Brownsea Island at vera á legu har í 3 dagar, tó høvdu føroyingar fingið tillutað eitt pláss, og var tað 14 ára gamli Allan Hvalsrætt, sum luttók vegna Føroyar.
Hátíðarhaldið helt fram við sangi, drama og talum, ið allar vístu á skótarørsluna sum eina friðarskapandi rørslu.
Hátíðarhaldið endaði við, at luttakararnir fingu avbjóðingina at savna 100 autografar á sunrise-turriklæðið og løgdu allir skótarnir í vaðið alt fyri eitt. Bjarni Hentze, skóti í Vági, úr liðnum HUGIN skrivaði millum annað á turrikløð hjá skótum úr Saudi Arabia, Hollandi, Írlandi, Japan og USA.
Ferðin á Brownsea Island
Allan Hvalsrætt greiður soleiðis frá leguni á Brownsea Island:
-Ferðin á Brownsea Island var eitt upplivilsi fyri lívið, sum kanska eingin annar fer at uppliva tey næstu 100 árini. Um bara allir føroyingarnir høvdu verið har, so hevði tað kanska verið stuttligari við mati, dansi og kvæðum.
Á Brownsea Island var nógv gott, sum t.d. karneval, bogaskjóting, dansur og veitslur. Vit gjørdu ikki so nógv skótavirksemi. Bogaskótingin var øgiliga stuttligt, men tú skalt konsentrera teg nógv og vera sterkur fyri at skjóta og raka. Eg stóð og siktaði og so ristist armurin ordiliga illa – og so fór pílurin skeivt! Tað var ikki skipað sum ein kapping, men bara sum ein skjóting. Tá ið vit vóru runt á Brownsea Island, sóu vit nógv trø (rote of dangon). Tey kundu veksa seg stór og fyri trøini, soleiðis at tey stóru trøini ikki kundu fáa hvørki ljós ella vatn. Tey máttu høgga trøini niður, tí tey kundu blíva líka stór sum eitt eikitræ.
Øll spurdu, hvar eg kom frá og hvussu eg eiti. Nógv vistu ikki, hvar Føroyar eru, men tá ið eg segði, at tað lá nær við Ísland, so hjálpti tað.
Dagarnir vóru ymiskir. Ofta vórðu teir yvirraskandi, hvat vit gjørdu. Onkrar dagar klintraður vit í trøum, vit gjørdu ein dingi (ein lítlan bát), men tað riggaði ikki so væl. Vit brúktu strips at fáa trøini saman og høvdu plastikk-posar at koyra rundan um. Eg fór út í bátinum, men vildi skótt sleppa inn aftur, tí báturin lak so illa. Tíbetur var vatnið heitt!
Vit fingu bara vegetar mat. Bønir, egg, salat, breyð, bollar, onkuntíð wienarbreyð, stokt egg. Vit gjørdu ikki matin sjálvi, men tað var sjálvbetjening. Vit sóu eina legu, sum var líka, sum tá ið BP var á BI. Tað vóru 20 dreingir, sum búu í 6 indianaratjøldum. So var eitt stórt tjald, sum teir gjørdu døgurða í.
Til karnevalið gjørdu vit ein dreka, ein patrulja gjørdi trummur og annað sum larmaði, ein patrulja dansaði og ein gjørdi maskur. Karnevalið var frá har sum tjøldini við BP-leguni vóru og líka til mattjaldið, okkurt sum 800 metrar. Aftan á karnevalið var veitsla í mattjaldinum, og vit dansaðu til klokkan einaferð, til midnátt.
Vit vóru okkurt sum 250 til 300 skótar, tveir frá hvørjum landi, men frá Føroyum og Grønlandi vóru bara ein úr hvørjum. Tað er stuttligt at vera bara ein, og eg eri glaður, at eg var einsamallur, tí tá fært tú nógv fleiri vinir. Hevði ein annar føroyingur verið, høvdu vit gingið nógv saman. Tað var keðiligt, at eg ikki fekk føroyska flaggið við, men eg slapp at bera tað danska eitt petti í morgun, tá ið sunrise hátíðarhaldið var. Eg slapp ikki at hava tað føroyska, tí vit hoyra undir Danmark.