Altjóða sangskrivaraskeið byrjar sunnudagin

Sunnudagin byrjar eitt altjóða sangskrivaraskeið í Gjáargarði við

amerikanaranum Brett Perkins. Á skeiðinum luttaka nøkur av teimum størstu nøvnunum

innan sangskriving í Føroyum, umframt sangskrivarar úr Írlandi, Svøríki, USA og

Danmark. Skeiðið endar við eini konsert í Gjáargarði fríggjakvøldið 8. apríl, og eini konsert í Kafé Kaspar í Havn leygarkvøldið 9. apríl.

 

Hetta er aðru ferð, at Brett Perkins hevur sangskrivaraskeið í Føroyum. Síðstu ferð

var í 2006 við luttakarum úr Danmark og Føroyum. Tá luttóku millum annað Guðrið

Hansdóttir og Jóan Petur á Stongunum.

 

Brett Perkins skipar árliga fyri altjóða sangskrivaraskeiðum í Danmark, Svøríki,

Grikkalandi, Írlandi og USA, og í ár er fyrstu ferð at eitt slíkt ?Faroe Islands

Listening Room International Songwriters Retreats? verður hildið. Ætlanin er, at

hetta skal vera eitt árligt tiltak í Føroyum.

 

Sangskrivaraskeiðið hjá Brett Perkins er fingið í lag í samstarvi við Tónleikur.fo

og Dansk Artistforbund. Enn er møguleiki hjá sangskrivarum at melda seg til skeiðið,

og møguleiki er fyri at søkja um fíggjarligan stuðul. Meiri fæst at vita við at seta seg í samband við Tónleikur.fo.

 

Hesum boðar Tónleikur.fo frá í dag.