Altjóða leiðslan fyri Bahá?i tr?unni heitir á allar heimsins átrúnaðarleiarar um at køva átrúnarligar fordómar og fanatismu

Bahá'i samfelagið í Føroyum

Toftir 26. november 2002. Altjóða leiðslan fyri Baha'i-trúnni hevur sent øllum heimsins átrúnaðarleiðarum eitt bræv, har hon harmast um, at átrúnaðarligir fordómar framhaldandi forða fyri heimsfriði og framburði.
Bahá'i samfeløg um allan heim bera boðini til átrúnaðarleiðarar í teirra londum og senda tískil hesa áheitan um, at teir taka avgerandi stig til tess at beina fyri átrúnaðarligari intoleransu og fanatismu. Hetta bræv er eisini handað fleiri av prestunum her í Føroyum hesar seinastu mánaðirnar.
"Fyri hvønn dag, ið gongur, veksur vandin fyri, at alt fleiri smærri logar av átrúnaðarligum fordómum fara at kynda ein heimsumfatandi stóreld, og avleiðingarnar av honum er torført at ímynda sær," skrivar Alheims Hús Rættvísunnar í brævinum, sum heilt einfalt er stílað til "Heimsins Átrúnaðarleiðarar" (Alt brævið stendur at lesa á heimasíðuni: www.bahai.fo/skriv/)
"Tað er syndarligt, at skipaður átrúnaður, sum er til fyri at tæna brøðralagi og friði, alt ov ofta sær út til at vera mest ræðuliga forðingin á vegnum; eitt dømi er tann serliga nívandi sannroynd, at hann leingi hevur lænt fanatismuni sítt trúvirði", staðfestir ráðið í áheitanini. "Sum leiðsla fyri einum av heimsins trúarbólkum kenna vit ábyrgd fyri at eggja øðrum til álvarsliga at umhugsa ta avbjóðing, hetta er fyri átrúnaðarligar leiðslur."
Alheims Hús Rættvísunnar er fólkaræðisliga valdað altjóða ráðið, sum leiðir altjóða Baha'i-samfelagið, ið telur 5 mill. limir.
Evnið í brævinum bendir á ta merkisverdu menning í farnu øld, ið ger, at fordómar grundaðir á kyn, rasu og tjóðskap ikki longur kunnu góðtakast av nakrari hugsandi menniskju. Hóast teir kortini halda fram við vera til, so er ein sterk rørsla fyri at beina teir av vegnum. Men átrúnaðarligir fordómar standa við og birta uppundir kreppu, stendur í brævinum, sum átti at fingið átrúnaðarleiðarar at "slitið seg leysar av fortíðini eins væl og tey, sum skaptu møguleika fyri, at samfelagið fór í holt við teir líka so undirgravandi fordómarnar móti rasu, kyni og tjóðskapi."
Í áheitanini bjóða Baha'i samfeløgini seg fram til at hjálpa til við arbeiðinum fyri átrúnaðarligum samljóði, so sum felagskirkjuliga rørslan hevur roynt, og leggja at enda afturat: "Vit skylda okkara samstarvsfeløgum í hesi felags roynd klárliga at staðfesta okkara sannføring um, at ætlar felagskirkjuliga stevnan sær at gera nakað týðandi fyri at lekja tær líðingar, sum pína eina vónleysa mannaætt, so má hon nú erliga og uttan meira uttanumtos boða tann boðskap - tann yvirskipaða sannleika, ið kveikti rørsluna í sínari tíð: at Gud er hin sami og hóast allar mentunarligar munir og menniskjansligar tulk.-ingar, so er trúgvin eisini hin sama."

(Lagað eftir grein, sum Altjóða Bahá'isamfelagið hevur skrivað)