Altjóða íløga skal brúkast ímóti AB

Hóast KÍ leygardagin datt burtur úr Intertoto kappingini, so var avrikið so mikið, at tað gevur klaksvíkingum mót undan lyklauppgerðini ímóti argjamonnum

Klaksvíkingar vóru útferð í Eysturoy í góðveðrinum leygardagin. Eftir at hava verið vitni til steypasigurin hjá kvinnunum fór fjøldin úr Leirvík og út á Svangaskarð.

KÍ tapti 2-1 ímóti Hamarby, sum harvið heldur fram í kappingini við málmuninum 3-1.

Uppleggið hjá Eyðuni Klakstein var tað sama, sum tað var í Stokhólm næstsíðsta leygardag. KÍ liðið var aftarlaga í útgangsstøðuni. Tað bar við sær, at Hamarby skuldi nýta hugflog fyri at spæla seg ígjøgnum tøttu KÍ verjuna og royna úti frá við langskotum.

Hamarby hevði bóltin nógv tann størsta partin av tíðini. Skotroyndirnar úti frá vóru so at siga ongar. Teir fingu hol á, tá ið KÍ spælari var so óheppin við fótinum at stýra innleggi í málið aftanfyri Meinhard Joensen, sum saman við miðverjanum Jan Andreasen vísti altjóða støði.

Eftir at Kaj Ennigarð hevði javnað, vóru áskoðararnir mælskari, enn teir higartil í ár hava verið kring vøllin í Klaksvík. KÍ hevði fleiri hornaspørk, og tað var eftir eitt av hesum og út frá, at Kaj stýrdi bóltin í málið, eftir at høgri vongverjin Høgni Madsen hevði roynt seg við skoti útifrá.


KÍ var nær við

Sigursmálið skoraði Hamarby við brotssparki. Ein av fáum ferðum varð bólturin spældur inn um KÍ verjuna, og Kaj Ennigarð var so mikið óheppin, at hann skumpaði ein av mótstøðumonnunum um koll.

Síðstu løtuna flutti KÍ fólkið longri fram. Paul Clapson, sum hevði verið rættiliga einsamallur á toppinum, og innskifti Erling Fles høvdu góðar royndir, men Hamarby málverjin, sum er sonur gamla svenska landsliðsmálverjan Ronnie Hellström, bjargaði meistarliga.

Hóast tapið, so fóru klaksvíkingar av Svangaskarði við vón um, at avrikið kann brúkast sum grundarlag undir fyrireikingunum til lykladystin í botninum í Formula deildini. Hesin dysturin verður mikukvøldið, tá ið AB fer at vitja í Klaksvík.




Fakta


Intertoto, 1. umfar, seinni dystur

KÍ-Hammarby 1-2 (1-1)

0-1: Sjálvmál

1-1: Kaj Ennigarð

1-2: Paulinho, brts.

KÍ: Meinhard Joensen – Høgni Madsen, Jan Andreasen, Kaj Ennigarð, Harley Bertholdsen (Erling Fles, 70.) – Gunnar Nielsen, Kristian á Lakjuni (John Hammer, 75.), Kristoffur Jacobsen (Leon Bjartalíð, 80.), Símun Joensen, Heðin á Lakjuni – Paul Clapson


Hammarby vann samanlagt 3-1