Altjóða kvinnudagurin 98 ár

Í ár eru 98 ár liðin síðan fyrsti altjóða kvinnudagur varð hildin. Nógv framstig eru hend síðani fyrsta kvinnudagin, men enn er langt á mál, tá tað snýr seg um at tryggja heimsins kvinnum javnstøðu á øllum økjum. Í morgin, 8. mars er altjóða kvinnudagur

Kring allan knøttin eru kvinnur fyri mismuni og harðskapi, annaðhvørt tað er frá stjórnarvaldi, felagsskapum ella familju.

Tær grundleggjandi orsøkirnar til harðskap móti kvinnum eru at finna í tí mismuni, sum ger, at kvinnur ikki verða javnsettar við menn í øllum lívsins viðurskiftum. Mismunur í lóggávu, politikki og siðvenju, revsifrælsi og líkasæla elva til og eru orsøkir til harðskap.

Harðskapur móti kvinnum fer fram bæði í friðartíð og í kríggi. Tó eru nøkur av ringastu dømunum um neyðtøkur, meinslan og harðskap móti kvinnum komin í sambandi við teir seinastu bardagarnar ymsastaðni í heiminum. Í Darfur eru fyriskipaðar neyðtøkur av kvinnum og gentum vanlig framferð. Tað er ógjørligt at staðfesta nágreiniliga hvussu nógvar kvinnur hava verið fyri harðskapi í stríðnum, men í túsundatali av kvinnum eru neyðtiknar síðani stríðið byrjaði.

Men neyðtøkur verða ikki bert nýttar sum vápn tá kríggj herjar. Í 2002 vórðu í hópatali av upprunakvinnum neyðtiknar av hermonnum úr meksikanska herinum. Fimm ár seinni er einki hent í málinum og kvinnurnar bíða enn eftir rættvísi.

Størsta orsøkin til harðskap móti kvinnum, bæði í kríggi og friði, er tann sannroynd, at samfelagið letur tað um seg ganga. Skal endi fáast á harðskapi móti kvinnum er neyðugt at avtaka lógir, ið gera tað møguligt at sleppa undan revsing fyri neyðtøku ella dráp av kvinnum. Somuleiðis er neyðugt at tryggja, at øll eru jøvn fyri lógini.

- Amnesty International heitir tí á altjóða kvinnudegi, saman við kvinnufelagsskapum kring heimin, á heimsins leiðarar um at tryggja at Heimsyvirlýsingin hjá ST um mannarættindi ? sum lovar javnsettan rætt og javnsetta verju fyri øll ? gerst veruleiki fyri allar kvinnur, sigur Amnesty International, Føroya deild, í tíðindaskrivi