Altjóða áhugi í Føroya Banka

Altjóða íleggjarar hava sýnt stóran áhuga fyri Føroya Banka, og svenski Handilsbankin hevur góðar vónir um, at sølan fer at ganga væl uttanlands, sigur Útvarpið. – Serliga føroyingar, sum hava spart sær nakrar krónur saman, hava sýnt áhuga at tekna partabrøv í Føroya Banka, hevur Eyðun á Rógvi, formaður í Fíggingargrunninum, sagt við Útvarpið. Og hann sigur seg eisini hava vónir fyri, at útlendskir stóríleggjarar fara at seta pening í Føroya Banka. – Vit hava merkt stóran áhuga frá teimum íleggjarum, sum vit hava vent okkum til, sigur Jakob Fink frá svenska Handilsbankanum, sum er ráðgevi í sambandi við søluna.