Altjóða flogvøllurin á Glyvursnesi

Tað er einki dulsmál, at ein hevur verið hart ímóti undirsjóvartunli undir Vestmannasundi, sum verður opnaður í februar komandi ár, ið vil skapa ferðsluruðuleika.

Tað hevur verið talan um at leingja flogvøllin í Vágunum til 1.800 metrar í fleiri ár og fáa sett upp glíðubreytina, sum hevur ligið innpakkað í fleiri ár í Vágunum.
Tað er ikki fíggjarliga forsvarligt at leingja flogvøllin í Vágunum og seta glíðubreytina upp, sum skal seljast av landinum er henda nýtilig hjá nøkrum flogvølli.
Tórshavnar Býráð hevur tvey modell av flogvølli úti á Glivursnesi ? 1.800 metrar og 3.000 metrar ? ið okkara býráðslimir skulu finna fram og fáa hesi støva av.
Tað hevur áður verið skriva um framtíðarstøðu Føroya við atliti til altjóða flogvøllin á Glivursnesi og til framtíðar handils- og vinnulív og loftvegis frakt.
Tað hevði verið upp á tíðina, at vit fáa kommunal- og landspolitikararna at taka hetta máli upp aftur og við atliti til komandi frálandaoljuvinnuna í Føroyum.
Tað hava verið gjørdar veðurlagskanningar úti á Glivursnesi seinastu nógvu árini, sum ein kundi hugsa sær blivu almannakunngjørdar í fjølmiðlunum.
Eg havi áður nevnt, at vit skuldu fingið Hotel Glyvursnes og fingið ein flogskúla at útbúgva flogskiparar/flogternur her úti á Glivursnesi í næstum.
Tað vil fáa ómetaliga stóran týdning fyri alt fjøltáttað virksemi í Havnini/ Suðurstreymoy, tá slepst undan farleið vestur á flogvøllin í Vágunum.
Tað hevði verið gott at fingið tikið kjakið upp aftur í bløðunum og úti millum manna nú oljuvinnan byrjar bretsku megin markið, ið fær týdning.
Tað kann lendast í øllum veðri her úti ? sjálvt í mjørka ? tá vit hava fingið lendingartól og ljós.