Altjóða arbeiðaradagurin hildin í Havn

Stríðið um tað góða lívið heldur fram, og týdningurin av altjóða arbeiðaradegnum er enn ómetaliga stórur, hóast vit hava fleiri rættindi enn í 1800 talinum, tá ið dagurin var hildin á fyrsta sinnið. Kom á vaglið í Havn 1. mai kl 15:00 og hald dagin við røðum og tónleiki

Kring allan heim savnast fólk 1. mai á altjóða arbeiðaradegnum, at halda dagin. Dagurin, sum hevur verið hildin síðani seinast í 1800 talinum, er hildin fyri m.a. at vísa týdning av at hava eitt samhaldsfest samfelag.

Upprunaliga savnaðust arbeiðsfólk fyri at krevja, at arbeiðsdagurin var styttur niður í 8 tímar. Í 1800 talinum var lítil vernd á arbeiðsmarknaðinum, og korini hjá arbeiðandi fólkinum vóru sera ússalig.

Bardagin heldur á

Tað eru góð 100 ár síðani, at fakfeløg vóru stovnað í Føroyum, og var bardagin her heima eins og aðrastaðni í heiminum. Í dag er betri arbeiðsvernd, og hópurin av øðrum rættindum staðsettir í sáttmálum og lógum.

Kortini er dagurin og týdningurin av fakfeløgum framvegis ógvuliga týðandi. Hóast klassiski bardagin er broyttur, er framvegis nógv at stríðast fyri.

Munurin á ríkum og fátækum veksur um allan heim, arbeiðsloysi er stórt og í fleiri menningarlondum eru korini hjá arbeiðandi fólkinum ikki betur enn tey vóru í 1800 talinum, tá ið arbeiðsfólk tóku seg saman í fakfeløg, og kravdu betri rættindi.

Hátíðarhald í Havn

Í 80 londum er altjóða arbeiðaradagurin almennur frídagur, men dagurin verður hildin í nógv fleiri londum enn hetta. Summastaðni, eins og í Føroyum, er 1. mai frídagur sambært sáttmála hjá arbeiðarafeløgunum.

Í Havnini skipar Havnar Arbeiðsmannafelag fyri hátíðarhaldi á arbeiðaradegnum, tað verður mikudagin 1. mai á Vaglinum í Havn kl 15:00.

Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag, heitir á fólk um at møta fjølment, og leggur dent á, hvussu týdningarmikið tað er, at vit halda áfram at berjast fyri samhaldsfasta samfelagnum.

Røðarar verða Annlis Bjarkhamar (myndin), Aksel V. Johannesen og Uni Arge, deyvatulkur verður eisini. Havnar Hornorkestur spælir á tiltakinum.