Altingið summarfrí

Íslendska Altingið fór í summarfrí í gjár, og hendir einki óvæntað, kemur tingið ikki saman aftur fyrr enn tann 1. oktober

Morgunblaðið skrivar, at tingsetan bleiv heldur drúgv hesaferð orsakað av altingsvalinum og stjórnarskiftinum herfyri. Nú Altingið fórí summarfrí, boðaði nýggi formaðurin, Sturla Böðvarsson, frá, at hann ætlar sær at fremja ymsar broytingar í arbeiðslagnum hjá tinginum í samráð við stjórnina og flokkarnar.