21. øldin bjóðar vinnum, stjórnum og samfeløgum til frælsa kapping. Vit eru, um vit vilja tað ella ikki, tvungin at verða við í hesi kapp-ing, um vit vilja skapa stabilan vøkstur og vælferð, eisini í teim tíðum, tá hjallurin á havinum er kargur.
Eg kundi nevnt eina rúgvu av ymiskum alternativum vinnumøguleikum, men teir reka bert burt í vindinum, um ikki grundarsteinurin og karmarnir fyri hesum hugskotum eru til staðar. Eg vil tí heldur hugleiða um hvørjar fyritreytir, ella hvat umhvørvið skal verða til staðar, fyri at geva alternativum vinnumøguleikum ella verkætlanum tað lagnu, sum tær av røttum skulu hava, nemliga »Succes«.
Eitt eykenni fyri tær fyritøkur ella tey lond, ið trívast í einum tílíkum umhvørvi, er nýhugsan ella nýskapan.
Nýskapan er meira enn verkætlanir ella uppfinning av nýggjum vørum.
Nýskapan kann eins væl vera tengt at øðrum tilgongdum sum t.d. sambandinum, vit hava við veitarar, distributión, leiðslu og sjálvum konceptinum hjá fyritøkuni.
Tað setir krøv at vera nýskapandi, serliga tí at nýskapanin hevur váða við sær; avkastið fyri framman er óvist, og tíðum ómøguligt at gera upp.
Okkara samfelag tryggjar tann einstaka borgarin so væl frá vøggu til grøv, at tað gerðast alsamt færri og færri sum velja tann ótrygga, men spennandi vegin, at gerðast sum amerikanarnir siga »self made man«.
Stuðul er ikki bert oyðileggjandi, eftirsum tað eru tvey sløg av stuðli.
Tey sum eg vil kallað »ígongdsetarar« leita ikki við lygt eftir, hvar tey kunnu fáa mest møguligan stuðul. Tey stóla 100% uppá egnu dygdir og satsa alt uppá at teirra hugskot skal eydnast. Hesi hava ein aðra muru enn tey, sum vit fyrr til tíðir í Føroyum kallaðu »teir sokallaðu vinnulívsmenninir« hvørs størsta hugflog var at mjólka landskassanum.
Rakstrarstuðul er kappingaravlagandi og niðurbrótandi, eingin ivi er um tað.
Tilgongdin hjá einari fyritøku sum satsar uppá nýskapan er ofta long - nógv arbeiði verður gjørt til fánýtis, og nógvir trupulleikar skula loysast, áðrenn nakar vinningur er í eygsjón.
Bygnaðurin í eini innovativari fyritøku má verða fleksibul. Fyritøkan má hava eitt ávíst kunnleikastøði innanhýsis, men samstundis vera opin og fáa atgongd til netverk uttanfyri, soleiðis at fyritøkan ikki avmarkar seg sjálva.
Stagnatión er størsta forðingin fyri nýskapan, tí nýskapan krevur viljan at læra.
Sjálv innovatiónin kann býtast upp í trý stig:
? Uppfinningin, ella tað at fáa eitt hugskot (hugskot, skriva verkætlan) hugskot (búmerki liðugt)
? Menningin, frá hugsan til veruleika (ígongdsetan) at fáa kapacitetin í lagi, Íløgufígging og rakstrarfígging, neyðugar íløgir, samskipan, og nú er klárt at seta í gongd. (fysiskar rammir)
? Handilsskapurin, at fáa hugskotið at geva avkast. (samskifti við umheimin)
Triðja stigið í innovatiónstilgongdini, nevniliga at fáa innovatiónina at geva avkast, fevnir um flutning, sølu, marknaðarføring v.m. Her krevst samskipan.
Hvørt av hesum trimum stigunum í innovatiónstilgongdini setir umhvørvinum heilt ymisk førleikakrøv.
Fyrsta stigið í tilgongdini er at fáa hugskot.
Størsti bágin í »Føroyum« er ikki, at fólki trýtur hugskot, men heldur, at umhvørvið ikki eggjar til henda hugburð, tí innovatión krevur vilja til at vága, og at tora, sjálvt hugskotið er neyðugt um ætlanin skal førast út í lívið, men hugskotið er bert ein ógvuliga lítil partur av, um øll verkætlanin gerst veruleiki.
Lat okkum taka nýggju Norrønu sum dømi, ein íløga uppá 700 mill, men vit minnast at fólk og íleggjarir vóru skeptisk, og fleiri hildu og halda tað verða púra ørt við hesum skipi, og tað av góðum grundum. Vit høvdu einki fordømi uppá eitt luksus skip við hesum kostnaði í Føroyum. Grundin til at verkætlanin gjørdist veruleiki var í grundini, at útlendskur kapitalur slóðaði vegin uppá íløguna,
Manglandi umhvørvi skapar ótryggleika og skepsis. Taka vit tildømis Noreg, so hevði ein sovorðin verkætlan sum Norrøna verði í heimligum umhvørvi frá byrjan, tí bankar og íleggjarir fíggja og eiga hópin av luksus ferðamannaskipum frammanundan, ikki tí tey sigla í Noregi, men tí norðmenn hava vitanina og hava skapt sær sjálvum karmarnar til hesi ferðamannaskip.
At nýta orku til at fara víðari í innovatiónstilgongdini, har framtíðar avkastið ikki er eyðsæð, krevur harafturat stórt álit millum alment og privat. Tað álitið er sera ringt at fáa eyga á í hesum tíðum, eisini tí at í okkara samfelag er alment vinnulív tann størsti kappingarneytin hjá tí privata, sum tað er sagt so oftani: Kreppuloysnirnar í krepputíðum eru vorðnar varðandi loysnir í bestu tíðum, uttan serdømi nakrastaðni í okkara parti av heiminum.
Um evnarík fólk ella ígongdsetarar síggja, at umhvørvið onga veruliga tiltrúgv hevur til teirra hugskot, doyr innovatiónsandin.
Hinvegin skal tað professionella umhvørvið lúka út í hugskotunum og duga so væl at útgreina avgerðirnar, at innovatiónin yvirlivir.
Umframt álit og kunnleika krevur næsta menningarstigið frá hugskoti til veruleika áhaldni og disciplin.
Samstundis kann júst hetta stigið bera í sær hugskotini til nýggjar innovatiónstilgongdir.
Afturmeldingar frá marknaðinum eru góðar keldur til at finna ábøtur og nýggj hugskot - um viljin at læra er til staðar. Lat okkum nú siga at eg fái eitt hugskot, sum er alternativt, og eg búgvi í Norður Skotlandi, hvørjir eru mínir møguleikar sum kappingarneyti hjá einum Føroyingi sum fær sama hugskot.
ES grunnur stuðlar 35% fyri bygging og maskinir + 5% lokalan stuðul. Hetta er í landnyrðingspartinum av Skotlandi. Í Inverness økinum kanst tú fáa frá hesum 40% upp til 70% frá »Local highland Council/parlament«. Harumframt er stuðul at hjálpa ella leggja lag á hjá arbeiðsfólki tað fyrsta árið. Um tað eru vinnur, sum ongantíð áður eru royndar, so verður stuðul so at siga altíð veittur. Hetta verður gjørt, fyri at onnur øki ella onnur lond ikki skulu fara avstað við verkætlanini.
Íleggingarstuðul er góð-ur, um hann er tíðaravmarkaður bert til ígongdsetarar, men tá eiga øll innan somu branchu at hava somu treytir.
Øll innovatióntilgongin krevur soleiðis yvirlit, tí avbjóðingin er at byggja brúgv frá hugskoti til marknaðin.
Hugburðurin er at samansjóða áhugamálini hjá kundanum, starvsfólkunum og leiðsluni.
Innovatión ella nýskapan er ikki ein tilstandur, ið ein fyritøka knappiliga kemur í. Innovatiónshugburðurin skal verða innbygdur í allari fyritøkuni - 365 dagar um árið.
Fyri at taka samanum, so eru minimumskrøvini, ið tann politiski mynduleikin skal skapa:
? Politiskur stabilitetur
? Avtaka alla kapping millum alment og privat virksemi
? Fara frá orðinum at verða liberalur til at útinna liberalismuna í verki.
? Geva ígongdsetarum minst somu treytir sum ES gevur sínum ígongdsetarum
? Málbær kriterir fyri verkætlanum (vinar og kenningarpolitikkur skal burtur)