HVS-fyritøkan Hiti skipar í kvøld fyri fyrilestri um alternativar orkukeldur. Fyrilesturin verður í Norðurlandahúsinum Hiti hevur seinastu tvey árini virkað á føroyska marknaðinum, og serliga hevur tað verið søla av sonevndu hitapumpunum, sum teir hava lagt seg eftir.
Fyri einum ári síðani skipaðu teir fyri fyrielstri um evnið í Miðlahúsinum, men grundað á undirtøkuna ta ferðina, er fyrilesturin nú fluttur í størri høli.
Har fer stjórin hjá framleiðaranum Euronom, Åge Hjort, at greiða frá, hvussu hitapumpur og aðrar alternativar orkukeldur virka. Eisini fer Hiti at leggja fram úrslit um orkunýtsluna, nú teir hava møguleika at stafðesta, hvussu úrtøkan hjá kundum teirra hevur verið.
Og sum skilst, so er hetta ikki smávegis úrslit. Í sjónvarpslýsing hevur fyritøkan í øllum førum sagt, at teirra pumpur higartil hava minkað um føroyska oljuinnflutningin við 200.000 litrum.
Fyrilesturin í Norðurlandahúsinum er klokkan 20.