Umframt møtir, bíbliutímar og sang, var eisini frágreiðingar frá formanninum Thomasi Dam, aðalskrivaranum Vagn Foldbo og fíggjarleiðaranum, Jørmund Foldbo. Hesin seinasti vísti á, at Heimamissiónin hevði eitt lítið yvirskot í 2006 - góðar 260.000 krónur.
Orsøkin til hetta var m.a. at gávurnar vóru øktar og at sparingar høvdu verið í lønarútreiðslunum.
Hann vissaði tó fólkið um, at yvirskotið fór at verða brúkt á skilagóðan hátt.
- Tað verður, eins og higartil nýtt til at fremja missión, segði hann.










