Alt verður tikið aftur í prísi

Virkisleiðarin á Føroya Fiskavirking í Miðvági er skelkaður av príspolitikkinum hjá Vágatunlinum. Alt, sum vunnið verður í tíð, verður tikið aftur í prísi, sigur hann

Tunnilsprísir

Vágar:Alt, sum vit skuldu vinna í tíð, lata vit nú útaftur í prísi fyri at koyra gjøgnum tunnilin, sigur virkisleiðarin á Føroya Fiskavirking í Miðvági, Albert Ellefsen.
Ein av heilt stóru fyrimununum við Vágatunlinum skuldi vinnan í Vágum fáa. Nevniliga at tað skuldi bera betri til at leggja flutningin til rættis. Bæði rávøru í oynna og ikki minst lidna vøru útaftur. Serliga fiskavirkini hava stóran tørv á hesum. Ikki minst tá avskipað verður, tí nú fer mestsum alt umborð í Havn.
Tað hevur kostað nógv at hava havt stóru bilarnar bíðandi bæði á Oyrargjógv og í Vestmanna. Men tí skuldi sloppist undan nú. Tað kundi so merkt, at eitt nú Fiskavirking kundi arbeitt ein ella tveir tímar longri avskipingardagin.
?Men tað kann so mestsum gera tað sama, um vit hugsa um kostnað, sgiur Albert Ellefsen, virkisleiðari á Føroya Fiskavirking í Miðvági. Tað, vit vinna í tíð - og tað gera vit hóast alt - tað fer alt út aftur í hægri kostnaði fyri at koyra undir Sundinum.
Albert Ellefsen sigur, at hann beinleiðis er skelkaður av prísunum. Tað verður øgiliga tungt hjá fyritøkum, sum flyta nógv, at skula gjalda í minsta lagi 2.100,- krónur, hvørja ferð ein bingjubilur skal undir Vestmannasundi, sigur hann.