Í løtuni byggir Varðin Pelagic upp í verandi bygning á havnalagnum á Tvøroyri. Hetta er ein skrivstovubygningur í tveimum hæddum á 600 fermetrar hvør hæddin.
Skrivstovuparturin var ikki við, tá virkið varð bygt, og tí er skrivstovu-og søluvirksemi hjá felagnum í leigaðum hølum ymsastaðni her suðuri.
- Men, tá henda útbygging er liðug, verður alt skrivstovuvirksemi, søludeild og logstikkur undir einum og sama taki.
Tað sigur Ólavur Bjarkhamar, virkisleiðari á Varðanum Pelagic.
Hann vísir á, at skrivstovuparturin, sum nú verður bygdur aftrat, kemur at prýða munandi um samlaða bygningin - og serliga um útbyggingina av frystigoymsluni, sum er gjørd frammanundan.
- Tá alt verður liðugt, túnið er gjørt, og byggiplássið verður riggað av, fer alt at síggja nógv betri út, og hetta er eisini tann leistur, sum Søvn Landsins hava góðkent.
Ólavur Bjarkhamar sigur, at útbyggingin av frystigoymsluni og nýggi skrivstovuparturin er líka sum næsta byggistig á stóra uppsjóvarvirkinum á Tvøroyri.