Alt um føroyskar fuglar á netinum

Undirvísingarportalurin Snar er komin við nýggjari fuglasíðu, har tað ber til at síggja filmsbrot og hoyra ljóðbrot við føroyskum fuglum, umframt kunning og spøl. Heimasíðan Fuglar er at finna á www.snar.fo/fuglar og www.skulin.fo/fuglar er soleiðis uppbygt, at síðurnar til hvønn einstakan fugl hava sama bygnað. Ein tekstur er um sjálvan fuglin og ein um verpingina. Harafturat eru faktaupplýsingar, myndir, ljóð og filmar. Eisini eru grafiskar myndir, hvar í Føroyum fuglurin heldur til á sumri, og hvar hann heldur til á vetri.

Umframt at nýggja fuglasíðan kann verður brúkt í skúlanum, so er hon eisini ógvuliga hent hjá øllum, sum hava áhuga í fugli. Eftir ein túr í haganum ella í báti ber til at kanna, hvønn fugl tú hevur sæð. Hevur tú eina nýmótans fartelefon, ber enntá til at vitja heimasíðuna, meðan tú ert stødd í haganum ella á sjónum.

Síðan er upprunaliga ein íslendsk heimasíða, men av tí, at fuglalívið í Føroyum minnir nógv um tað íslendska, helt Føroya Skúlabókagrunnur tað vera hóskandi, at laga hana til føroysk viðurskifti.

Þóra Þóroddsdóttir hevur týtt tekstin og fulgavinurin í Nólsoy, Jens-Kjeld Jensen, hevur viðgjørt tekstin fakliga. Hvør einasti fuglur er tillagaður føroysk viðurskifti, nær hann er í Føroyum, nær hann eigur og í einstøkum førum eru myndir eisini skiftar út, tí at útsjóndin á fuglinum er ymisk Føroyum og Íslandi.

Teksturin um fuglarnar er úr bókini Íslenskur fuglavísir hjá Jóhan Óla Hilmarson og úr Fuglar í Norðurhøvum hjá Dorete Bloch og Søren Sørensen, sum Føroya Skúlabókagrunnur gav út í 1990.