Tað er ikki sørt av rokilsi, sum hevur verið, nú Jógvan við Keldu sum nýggjur landsstýrismaður í innlendismálum fyribils hevur sagt nei til at geva nakað sum helst loyvi til útlendska arbeiðsmegi. Tað vil í hesum høpi siga arbeiðsmegi uttanfyri norðanlond.
Róligur landsstýrismaður
Tá vit týskvøldið fingu orðið á landsstýrismannin, tóktist hann tó at taka alt rokið hampuliga róligt, og hann legði eisini alt fyri eitt dent á, at málið so als ikki er liðugt viðgjørt enn.
- Viðvíkjandi støðuni hjá útlendskum ítróttarfólkum, so innkallaði eg sjálvur ÍSF til fund í farnu viku, soleiðis at vit kundu diskutera hesi viðurskifti.
- Orsøkin til hetta var fyrst og fremst, at eg vil ikki skriva undir avtaluna, sum er fingin í lag við Bertel Haarder, soleiðis sum hon fyriliggur. Talan er um eina avtalu, sum bert gevur sersømdir til ítróttarfólk, og altso ikki læknar og aðra arbeiðsmegi, sum krevur servitan, ið vit kanska ikki altíð hava tøka í Føroyum. Tað var ein avtala, sum eg ikki bara vil góðtaka, og tí var mín støða, at hetta málið skuldi viðgerast væl og virðiliga, áðrenn nakað varð gjørt. Og eg boðaði tá eisini frá, at eg ikki fór at góðkenna nakað sum helst, áðrenn ein endalig støða varð tikin í málinum.
Samfelagslig atlit
Og Jógvan við Keldu leggur eisini stóran dent á, at hann sum so ikki hevur nakrar ætlanir um at forkoma møguleikunum hjá nøkrum føroyskum ítróttarfelag, men at hann samstundis er noyddur til eisini at taka samfelagslig atlit.
- Tað, sum ørkymlar meg eitt sindur í øllum hesum er, at vit í dag hava eitt vaksandi arbeiðsloysi. Hagtølini fyri hetta siga, at tað í desember mánaði vóru 700 fólk uttan arbeiði í Føroyum. Í janar var talið 800 og í februar 900. Mars mánað kenna vit so ikki enn, men er gongdin tann sama, so eru tað kanska nú 1.000 fólk, sum eru arbeiðsleys, og tað eru fyrst og fremst hesi, sum eg hugsi um.
- Tí er eitt ítróttarfólk, sum kanska partvíst ? ella slettis ikki ? er lønt av einum felag. Og sum so kanska hevur eitt ella tvey arbeiði við síðunar av. So er tað ein øking av arbeiðsstyrkini í landinum, og við so nógvum arbeiðsleysum, so kann tað geva ein trupulleika, sum eg noyðist at taka í størsta álvara, sigur landsstýrismaððurin, og vísir á, at málið longu hevur havt drúgva viðgerð í innlendismálaráðnum. Ein viðgerð, sum als ikki er liðug enn.
Tølini eru stór
Akkurát, hvussu restriktivar reglur, hann hevur hugsað sær á økinum, vil landsstýrismaðurin ikki siga í verandi støðu, nú málið framvegis verður viðgjørt, men hann sigur seg tó vera ímóti, at ítróttarfólk skulu fáa sersømdir, bara tí tey eru ítróttarfólk.
- Eg kann í øllum førum siga somikið, at tað ikki skal roknast við, at loyvi verður givið uttan víðari, um so er, at felagið ikki átekur sær nakra arbeiðsgevaraskyldu.
- Skal uppihaldið hjá ítróttarfólkum burturav fíggjast av vinnuni, so havi eg ein trupulleika. Tann trupulleikin er sjálvsagt minni, um feløgini átaka sær part av hesi skylduni, og er talan um fólk, sum burturav eru lønt fyri ítróttarligu avrikini, so síggi eg at kalla ongan trupulleika í hesum. Tá eru vit í at kalla somu støðu, sum við læknum v.m., har talan er um eina vitan og ein førleika, sum ikki finst aðrastaðni.
- Hinvegin eri eg púrasta samdur í, at fremmand ítróttafólk hava verið við til at hækka støðið her í Føroyum, og eg eri eisini samdur í, at tað altíð er sunt við íblástrinum, sum hesi kunnu geva. Spurningurin er bara, hvørja ávirkan hetta hevur á samfelagið, og har er tað mín skylda at hugsa meira enn bara til dagin í morgin.
- Tað er sjálvandi torført at siga, hvussu Føroyar síggja út um trý ella fýra ár. Men vit mugu altíð taka atlit til tær broytingar, sum kunnu koma. Fyri einum ári síðani var at kalla einki arbeiðsloysi í landinum, og í fjør vórðu 700 umsóknir um innferðarloyvi viðgjørd. Sammet við talið í Danmark, so skuldi hetta talið bara verið um 50, og tá arbeiðsloysi so eisini ger seg galdandi, so setir tað nakrar tankar ígongd. Fyri hagfrøðina kann so eisini nevnast, at tað í Føroyum í løtuni eru á leið 80 útlendsk ítróttarfólk. Hvat talið er í Danmark, veit eg ikki, men taka vit til dømis superliguna í fótbólti, so er samlaða talið har beint omanfyri hálvthundrað.
- Og eg kann so eisini bara staðfesta, at hetta ikki bert er galdandi fyri meg. Eg havi í øllum førum fingið nógv meira positivan respons í hesum, enn eg hevði droymt um, so eg kann bara staðfesta, at føroyingar eisini hugsa um annað enn ítrótt, sigur altso Jógvan við Keldu.
Strammari reglur
Og at enda staðfestir hann so eisini, at tað á ongan hátt verður soleiðis, at hann einsamallur kemur at taka eina avgerð, sum noktar fólki at koma til Føroya.
- Sum sagt, so er málið í løtuni til viðgerðar. Eg skal eisini hava fund við ÍSF aftur hósdagin, og her í ráðnum skal tað eisini viðgerðast. Sjálvandi skal ein loysn finnast onkursvegna, men eg fari so ikki at gera nakra niðurstøðu, fyrr enn hetta er liðugt viðgjørt. Og tær ætlanir, sum eg tá havi, verða sjálvandi eisini lagdar fyri Landsstýrið, so enn er hetta ikki nakað endaligt.
- Men eg kann í øllum førum siga somikið, at talan verður um at stramma reglurnar upp, so sum heild fer tað so ikki at gerast lættari at fáa fremmanda arbeiðsmegi til landið, sigur Jógvan við Keldu at enda.
Mugu bíða
Spurningurin hjá føroyskum ítróttarfeløgum ? og eisini teimum vinnugreinum, ið ofta gera nýtslu av útlendskari arbeiðsmegi ? stendur sostatt enn ósvaraður.
Lættari verður tað so ikki, og spurningurin er so, hvørt tað verður truplari. Ein neyvari stýring av økinum tykist í øllum førum vera málið, so enn mugu feløgini standa í bíðstøðu. Ein bíðistøða, sum kanska longu kann vera av, tá hesar reglur verða lisnar, tí sum sagt, so skuldi fundur vera aftur um málið longu hósdagin.
Mynd: Jógvan við Keldu
- Skal uppihaldið hjá ítróttarfólkum burturav fíggjast av vinnuni, so havi eg ein trupulleika. Tann trupulleikin er sjálvsagt minni, um feløgini átaka sær part av hesi skylduni, og er talan um fólk, sum burturav eru lønt fyri ítróttarligu avrikini, so síggi eg at kalla ongan trupulleika í hesum, sigur Jógvan við Keldu millum annað