Tað sær kanska ikki út av nógvum. Men aftanfyri eina og hvørja pútu liggur eitt stórt arbeiði.
Tað kann Herman Joensen skriva undir uppá. Hann býr á sambýli í Sandavági, men er regluliga til arbeiðis her á verkhúsinum í Sørvági.
Í løtuni er hann farin undir fyrsta stigið til eina mynd, sum hann í roynd og veru fór undir á jólum. Myndin av báðum hestunum verður einaferð seinni fest á eina pútu.
- Hetta er eitt drúgt arbeiði, tí ein má vera sera nærlagdur, skilir tú. Nú havi eg ikki nógv eftir - nøkur fá røð, so tað fer kanska at taka ein mánað ella so aftrat.
- Ja, hetta tekur sína tíð, greiðir Herman frá.
Hann hevur verið sera íðin í arbeiði sínum, og er haraftrat vorðin stuðlaður og væl hjálptur av dugnaligu starvsfólkunum á verkhúsinum.
Úr hansara hondum eru higartil komin bæði turrikløð, dýnubetrekk til børn, løparar, lappar og mangt annað, sum viðskiftafólkini í handlinum hjá verkhúsinum hava havt møguleika at ogna sær gjøgnum nógv ár.
- Mær dámar sera væl her, sigur Herman Joensen.










