Fá eru tey, ið tora at síga alment fram og átala tær ónærisligu sendingar, sum verða sendar í útvarpi og sjónvarpi. Men tey, sum gera tað, verða oftast hildin fyri gjøldur.
Tað kom týðuliga fram í »Fimmaranum« seinasta mikudag, tá Jógvan á Lakjuni ringdi inn og átalaði sendingina »Vingl« hjá Útvarpi Føroya. Gudmundur L. Joensen leyp á ávísar fuglfirðingar og helt teir fyri gjøldur fyri at hava roynt at fyribyrgt, at tað sum tey mettu vera ósømiligt tilfar bleiv nýtt í skúlunum. Hann gav fólki ta fatan, at fuglfirðingar ikki vildu, at næmingar teirra skuldu fáa frálæru í nøring og AIDS.
Hetta er beinleiðis ósatt, tí eingin hevur nakrantíð verið ímóti at ungdómurin verður upplýstur um hesi so týðandi viðurskifti. Hesi fólk stríddust í sínari tíð ikki ímóti frálæruni, men ímóti moralinum í henni. Frálæran stríddi ímóti teirra sannføring og ímóti tí, sum Bíblian lærir er rætt.
Men tey somu, sum halda seg vera so ógvuliga frísinnað, kalla onnur, sum hava eina aðra meining enn tey sjálv, fyri nalvaskoðar-ar ? vorðið sum frísinnað.
Tað, sum Jógvan á Lakjuni segði, tá hann ringdi inn til »Fimmaran« mikudagin var sum oyst úr mínum hjarta og mongum øðrum við mær. Til Trónd Djurhuus sjónvarpsstjóra og Jógvan Jespersen útvarpsstjóra havi eg hesa viðmerking: Tykkum báðum er litið ógvuliga nógv upp í hendur, og tey ár tit umsita hesa uppgávu, verða tit við til at draga samfelagið upp á eitt hægri, ella niður á eitt lægri moralskt støði.
»Hýs í hjarta tínum bert tí góða« syngur Hans Andrias Djurhuus víðari.
Rúna Sivertsen