Kommunala Arbeiðsgevarafelagið staðfestir, at skal álit aftur verða á ALS, er tað neyðugt, at leggur frá sær alt fyri eitt.
Tað sigur felagið í almennari fráboðan til Johan Dahl, landsstýrismann í vinnumálum í kvøld.
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, KAF, hevur verið við at útnevna almenna umboðið í ALS stýrið, sum var Bjørgfríð Ludvig.
Men í sambandi við starvsskifti, hevur hon boðað ALS stýrinum frá, at hon fór úr stýrinum á nýggjárinum.
- Sostatt var Bjørgfríð Ludvig ikki við at undirskriva fráfaringaravtaluna, sum ALS stýrið hevur gjørt við
Ernst Jacobsen, fráfarna stjóra á Arbeiðsloysisskipanini, sigur Heðin Mortensen, formaður í KAF.
- Nevndin í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum undrast á, at varalimurin hjá almennu arbeiðsgevarunum, Snorri Fjallsbak, ikki varð boðsendur av ALS stýrinum, í sambandi við at Bjørgfríð Ludvig tók seg úr stýrinum fyri Arbeiðsloysisskipanina.
- Serliga undrast nevndin í felagnum á, at Snorri Fjallsbak, sum allarhelst er tann enbætismaður, sum hevur stórstu servitan innan økið, ikki varð kallaður til fundar í samband við eitt so týðandi mál, sum hetta mál um fráfaringaravtaluna við Ernst Jacobsen er.
Nevndin í KAF vil nú hava at vita frá Johan Dahl, hví tað ikki hendi.
- Eingin ivi er um, at álitið á ALS - stýrið er burtur, tí tekur Kommunala Arbeiðsgevarafelagið undir við, at landstýrismaðurin í vinnumálum, tekur neyðugar avgerðir, so at álit aftur fæst á Arbeiðsloysisskipanina.
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið heldur ikki, at tað er nóg mikið, at stýrisformaðurin í ALS leggur frá sær.
- Fyri at endurskapa álitið á Arbeiðsloysisskipanina fer nevndin í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum at heita á landsstýrismanninum í vinnumálum, um eisini at heita á hini umboðini í ALS stýrinum, sum hava undirskrivað fráfaringaravtaluna við Ernst Jacobsen, um at leggja frá sær alt fyri eitt, sigur felagið í kvøld, sigur KAF.










