Alt samskifti eigur at tola dagsins ljós

Tað er umráðandi fyri fólkaræðið, at mann kann fáa innlit í øllum tí, sum hendir. Tí eigur lógin um alment innlit ikki at verða skerd

- Tað er umráðandi fyri fólkaræðið, at mann kann fáa innlit í øllum tí, sum hendir. So nei, lógin um alment innlit eigur ikki at verða skerd.

 

Tað segði Eyðgerð Mørkøre Kruse, tá hon fríggjadagin saman við Justinus Ejdesgaard og Inga Sørensen var í panelinum í seinnapartssendingini á Rás2.

 

Eitt av evnunum, sum panelið prátaði um, var lógin um alment innlit.

 

- Tað, sum ein politikari tekst við, tað eigur at tola dagsins ljós. Og í teldupostum eiga politkarar at vera so mikið reiðiligir, at eisini tað samskifti tolir dagsins ljós, segði Justinus Ejdesgaard.

 

 

Hesum var Eyðgerð Mørkøre Kruse samd í.

 

- Sum politikari mast tú altíð minnast til, at tað, sum tú skrivar í einum telduposti til eitt av tínum starvsfólkum, kann blíva alment, og so skalt tú eisini líka hugsa teg um, hvat tað er tú skrivar

 

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr alt innslagið.