Alt ruggar ikki rætt við kýprisku flogvanlukkuni

Altjóða flogferðsluserfrøðingar seta fleiri spurnartekin við, hvat veruliga hendi, tá tað kýpriska ferðamannaflogfarið datt niður í Grikkalandi.

Flogvanlukka

Flogskipararnir á teimum báðum griksku jagaraflogførunum, sum vórðu send at vita, hvat bagdi tí kýpriska ferðamannaflogfarinum, sóu einki hol á skrokkinum og heldur ongan brotnan rút.

-Ein brotin rútur ella eitt hol á skrokkinum skuldi verið tann mest sannlíka orsøkin til, at trýstið inni í flogfarinum var fallið, sigur amerikanarin Bill Waldock við tíðindastovuna AP. Hann er professari í flogferðslutrygd.


Tað´kýpriska flogfarið var í 34.000 fóta hædd. Tað er rættiliga kalt so høgt uppi í luftini, men kortini kundu flogskipararnir á teimum báðum jagaraflogførunum síggja ymiskt, sum hevur áhuga í sambandi við vanlukkuna. Eitt nú sóu teir, at flogskiparin var ikki í stýrihúsinum, at stýrimaðurin sá út til at hava mist vitið, at tvey onnur fólk royndu at sleppa fram at róðrinum, og at iltmaskurnar hjá ferðafólkunum vóru dotnar niður undan loftinum, soleiðis sum tær eiga at gera, tá trýstið inni í flogfarinum fellur. Við øðrum orðum hevði frostið ikki lagt seg á vindeyguni í flogfarinum, sum annars hevði verið tað sannlíka undir slíkum umstøðum.

Tá trýstið inni í einum flogfari fellur brádliga, boðar trygdarskipanin alt fyri eitt flogskiparunum frá tí. Teir vita, at teir skulu fáa sær iltmaskurnar fyri andlitið beinanvegin, og at flogfarið skal fara niður í 12.000 fóta hædd, tí har er nóg mikið av ilt.

Paul Csysz, sum er professari í verkfrøði, sigur við AP, at hann ivast í, at tað var trýstfall inni í flogfarinum, sum var orsøkin til vanlukkuna. Hann vísir á, at flogskipararnir hava atgongd til meiri ilt enn ferðafólkini, og at teir hava nóg mikið av ilt til einar 15 minuttir. Harafturat vísir hann á, at sambært flogskiparunum á jagaraflogførunum vóru tvey onnur fólk í stýrihúsinum, samstundis sum stýrimaðurin sá út til at hava mist vitið.

-Stýrimaðurin hevur neyvan mist vitið av trýstfalli í 34.000 fóta hædd, sigur Paul Csysz.

Aðrir serfrøðingar siga, at tað er sera sjáldsamt, at eitt flogfar av hesum slagnum fær trupulleikar við trýstfalli. Neyðskipanin sigur flogskiparunum frá, so teir kunnu taka flogfarið longri niður, og hini av manningini vita eisini, hvat tey skulu gera í einum slíkum føri, siga teir.

-Hetta er ein løgin vanlukka, sigur formaðurin í altjóða flogskiparafelagnum, Terry McVenes, við BBC.

John Navne, flogferðsluserfrøðingur, heldur, at manningin á tí kýpriska flogfarinum hevur havt onkran annan trupulleika at hugsa um, og at tey tí hava gloymt at fáa sær iltmaskurnar fyri andlitið. Hann vísir á, at flogskipararnir kærdu seg um, at hitaskipanin í flogfarinum virkaði ikki, sum hon skuldi, stutt eftir at flogfarið var farið úr Kýpros. Kanska hava teir roynt at loysa tann trupulleikan, men hava ikki verið førir fyri at hugsa seg nóg væl um, tá ilttrot fór at gera vart við seg.

-Teir hava tí ikki varnast, at nakar vandi var á ferð, sigur John Navne við BBC.