Alt ov lítið ítøkilig

Løgmansrøðan kundi verið kókað niður í eina A4 síðu, tá tað kemur til tað ítøkiliga, sigur formaðurin í Framsókn, Poul Michelsen.

Leo Poulsen

Poul Michelsen, formaður í Framsókn, er ikki serliga imponeraður av løgmansrøðuni hjá Kaj Leo Johannesen.
- Hann er bjartskygdur í løgmansrøðuni, og tað er hann av nátúr. Hann nýtir nógv orðini at standa saman og arbeiða í felag, og eg havi virðing fyri einum slíkum politiskum dokumenti. Men tað er nógv, eg sakni í løgmansrøðuni, sigur Poul Michelsen.
Ikki minst fílist hann á tað, sum verður sagt um fiskivinnupolitikkin.
- Øll vóru samd um eina nýggja leið innan fiskivinupolitikkin undan valinum. Eisini Sambandsflokkurin. Men eftir valið gjørdi Fólkaflokkurin sín egna fiskivinnupolitikk, og tað er tann vegin vit øll verða drigin. Eg sakni, at fiskivinupolitikkurin verður nøktandi umrøddur, sigur Poul Michelsen.
Hann heldur, at tað líkist nøkrum, sum kann føra til eina konfrontatión.
- Jákup Vestergaard ger sín egna fiskivinnupolitikk, men tað verður einki sagt um høvuðsvinnuna í løgmansrøðuni, og tað undrar meg, sigur Poul Michelsen.
Hann saknar eisini tær nýskipanir, sum hol var sett á.
- Alt er steðgað upp við nýskipanunum, og eg havi onga hóming av, hvørja leið vit ætla at ganga, tá tað snýr seg um nýskipanir, sigur Poul Michelsen.
Hann heldur eisini, at tað er nyðugt at brúka meira av orku upp á uttanríkismál.
- Vit eru komnir í eina kreppu við ES, og har hava vit selt okkum alt ov bíliga. Vit mugu duga at síggja út um tær loysnir, ið verða settar út í kortið av dønum, sigur Poul Michelsen.

Ov lítið ítøkiligt
Hann saknar somuleiðis, at nakað verður sagt um tjóðskaparligu støðu landsins.
- Har eru tríggir flokkar í samgonguni, sum kalla seg tjóðskaparsinnaðar, men kortini er ikki eitt orð sagt um tjóðskaparligu støðuna hjá Føroyum, sigur Poul Michelsen.
Hann heldur eisini lítið um felagsandan og samstarvsviljan hjá løgmanni.
- Tað er okkurt hissini uppskot frá andstøðuni, sum verður viðurkent av samgonguni, men stóra samstarvið, sum løgmaður tosar um í løgmansrøðuni, sæst ikki aftur í gerandisdegnum, sigur Poul Michelsen.
Hann saknar eisini eitt kjak um loftrúmið.
- Ein yvirtøka av loftrúminum skuldi útvega 100 arbeiðspláss, men ikki eitt orð um tað. Heldur ikki eitt orð um arktiska øki. Tað vísir seg, at tá tað kemur til tað ítøkiliga, kundi tað verið kókað niður á eina A4 síðu, sigur Poul Michelsen.
Hann ásannar, at allar nýskipanir eru steðgaðar upp.
Løgmansrøðan er alt ov lítið ítøkilig. Eg sakni eisini eina viðurkenning av okkara støðu í altjóða høpi. Nýskipananir, okkara tjóðskaparliga støða, fiskivinnupolitikkurin, alt mál, ið vera alt ov lítið viðgjørd í løgmansrøðuni, sigur Poul Michelsen, formaður í Framsókn.