Alt ov dýrt

Av tí at tað er blivið dýrari at parkera við Vága Floghavn, metir Eyðun Húsgarð,

vanligur brúkari, at tænastustøðið er versnað munandi. – Fyrr plagdi eg at hava bilin standandi har hvørja ferð, eg fór uttanlands, men nú tað blivið nógv for dýrt, staðfestir Eyðun Húsgarð

Ein príshækking á 67 prosent fyri fyrstu fimm dagarnar av langtíðarparkeringini fer eftir øllum at døma ikki ómerkt framvið borðinum hjá vanliga brúkaranum. Fleiri brúkarar velja nú heldur at seta bilin aðrastaðni ella at biðja fólk koyra seg vestur.

Eyðun Húsgarð, stjóri á Prentmiðstøðini, er ein, ið vanliga valdi at brúka møguleikan fyri langtíðarparkering, men sum eftir at prísirnir eru hækkaðir, heldur velur eina aðra loysn.

- Fyri 10 dagar kostar tað mær nú umleið 500 krónur, og tað meti eg er nógv for dýrt, sigur Eyðun Húsgarð.

Tað er ikki bert sjálvur prísurin, ið er hækkaður, men hevur P/F Vága Floghavn eisini broytt. Áðrenn broytingina kostaði tað 60 krónur at seta bilin í langtíðarparkeringina, tá tú fór av landinum eitt vikuskifti frá fríggjadag til sunnudag. Nú kostar tað 150 krónur fyri sama tíðarskeið. Orsøkin til ógvusligu hækkingina er tann, at nú verður fyrsti dagurin roknaður við, meðan tað áðrenn varð roknað fyri hvørt døgn, bilurin longu hevði staðið.


Verri tænasta

Áðrenn P/F Vága Floghavn yvirtók langtíðarparkeringina og hækkaði prísin, plagdi til tíðir at vera trupult at fáa pláss fyri bilinum, og vísti tað at stórur tørvur var á hesum møguleika.

- Áðrenn var tað ringt at fáa pláss, men nú er skrall tómt. Tað eru nógv fólk, sum lata vera við at parkera har nú, orsakað av prísinum, sigur Eyðun Húsgarð.

Vága Vaktarhald hevði, áðrenn P/F Vága Floghavn yvirtók langtíðarparkeringina, fingið hesa uppgávuna útlisiteraða frá Landsverk. Teir kundu eftir øllum at døma veita eina bíligari tænastu enn hana, ið er nú.

- Tá prísurin var lágur, var tað Vága Vaktarhald, sum rak parkeringina. Nú hevur Vága Floghavn yvirtikið tað, og tá fordoblast prísurin. Men hvat er broytt? Parkeringsplássið er enn líka stórt, og ongar íløgur eru gjørdar. Alt í alt haldi eg at tænastan er versnað munandi, og hevur hetta gjørt tað, at eg nú heldur fái onkran at koyra meg vestur á flogvøllin, heldur enn at taka bil við sjálvur, staðfestir Eyðun Húsgarð.