TINGMENN
Í Norðstreymoyar valdømi var veljarin erindarleysur. Tríggir nýggir tingmenn eru valdir. Bárður Nielsen úr Sambandsflokkinum, Niklái Petersen úr Tjóðveldisflokkinum og Heðin Zachariasen úr Fólkaflokkinum. Tað vórðu valdir í nevndu røð og Heðin Zachariasen er eykavaldur, tí Norðstreymoy fær tillutað tveir valdømisvaldar tingmenn.
Sambandsflokkruin fekk 694 atkvøður, Tjóðveldisflokkurin fekk 590, Fólkaflokkurin 538, Javnaðarflokkurin 480, Miðflokkurin 69 og Sjálvstýrisflokkurin fekk 52 atkvøður í Norðurstreymoyar valdømi.
Tað skal við til søguna, at sitandi fólkafloksmaðurin í Norðstreymoy, Jákup Suni Joensen, ikki stillaði upp til valið hesaferð.
Vit hava verið ein túr runt í valdøminum fyri at hitta nýggju tingmenninar.