Alt meginøkið hevur ligið svart í morgun

Sev sigur, at tey hava ikki funnið feilin

Klokkan gott hálvgun sjey í morgun misti alt meginøkið streymin. Sev sigur, at tey hava arbeitt upp á at rættað brekið, og streymurin er so smátt við at koma aftur flesta staðni.

Men hann sigur, at tað er eitt brek onkustaðni, og tað hava tey ikki funnið enn. Tí kann tað henda, at streymurin fer aftur.

Eisini í gjár var streymurin burtur fleiri staðni kring landið