Abraham Løkin, sum er annar av hjálparvenjarunum, helt tað vera torført at finna orð at seta á tað, hann hevði sæð frá føroyska liðnum á UPC Arena í Graz leygarkvøldið.
– Vit áttu at gjørt tað betri, men tað fingu vit bara ikki hesa ferð. Tú situr við einari eitt sindur tómari kenslu eftir ein slíkan dyst, tí upp á ein máta virkaðu vit eitt sindur tamir, helt hann.
– Sjálvandi spældu vit á útivølli í Eysturríki ímóti einum liði, sum hevur viðgongd fyri tíðina. Teir hava eitt fantastiska gott lið, og vit kanska vænta ov nógv av okkum sjálvum undan einum slíkum dysti.
Samstundis ásannaði hann, at tað altíð er torført hjá Føroyum at bjóða teimum størru av:
– Eitt føroyskt landslið má altíð stríðast ímóti einari yvirmakt, og viðhvørt gongur tað betri og viðhvørt ikki so øgiliga væl. Akkurát hesa ferð var tað so ikki tað allarbesta, vit hava sæð, segði Abraham.










