Altíð mælt til strategiskan íleggjara

Tað, sum Hermann Oskarsson nú førir fram, segði eg longu í februar 2006, áðrenn uppskotið um søluna av bankanum varð lagt fyri løgtingið, sigur Anfinn Kallsberg, fíggjarnevndarformaður

Hermann Oskarsson, stjóri á Hagstovu Føroya, var frammi í bløðunum mánadagin við einari viðmerking um, at Føroyar og føroyingar høvdu mist eina heila milliard í sambandi við søluna av Føroya Banka. Hetta grundar hann á háttin, sum løgtingið valdi at selja bankan upp á.

Stjórin á Hagstovuni vísir á, at fyri at fingið sum mest fyri bankan, átti hann at verið seldur til ein strategiskan íleggjara, og tað var eisini metingin, sum grannskoðarafrágreiðingin, ið millum annað Rasmussen & Weihe vóru við til at gera fyri løgtingið, vísti á.

Men tað var bara ein tingmaður, sum mælti til hesa loysnina, og tað var fíggjarnevndarformaðurin, Anfinn Kallsberg. Hann vil tó ikki seta nøkur tøl á, hvussu nógv kundi verið fingði meiri fyri bankan, um hann var seldur til strategiskan í leggjara.

- Eg var við í bólkinum, sum skuldi ráðgeva fíggjarmálaráðharranum í sambandi við søluna av Føroya Banka. Grannskoðarafrágreiðingin vísti á fleiri ymiskar leistir, sum bankin kundi seljast eftir, og har varð greitt mett, at vildu vit hava sum mest fyri bankan, skuldi hann seljast til ein strategtiskan íleggjara, sigur Anfinn Kallsberg.

Hann var kortini hin einasti, sum mælti til at velja hendan leistin, øll onnur meinti, at bankin skuldi seljast eftir tí leisti, sum bankin nú er seldur eftir. Tað vigaði nevniliga tyngri, at føroyingar framvegis høvdu vald á bankanum, og við hesum leistinum varðveittu vit serfrøðina í landinum. Og tað vigaði sum nevnt meiri enn at fáa sum mest fyri bankan.

- Tað var av ógvuliga stórum týdningi, at íleggjarar høvdu álit á bankanum, og tí valdi eg heldur at taka undir við ynskinum hjá meirilutanum, tí eg ynskti, at talan bleiv um eina breiða semju, sigur fíggjarnevndarformaðurin.

 

Seinasti triðingur

Anfinn Kallsberg sigur, at tað uttan iva er komið fullkomiliga óvart á øll, at áhugin millum vanliga føroyingin at keypa partabrøv í bankanum var so stórur. Hann heldur, at alt tosið um, at bankin fór at verða seldur ov bíliga, og at hann nærmast fór at verða givin burtur, hevur økt munandi um áhugan.

- Um mann visti, at privati áhugin fór at verða so stórur, sum hann gjørdist, hevði mann allarhelst gjørt okkurt øðrvísi í sambandi við søluna, sigur fíggjarnevndarformaðurin.

Fyri strategisku íleggjararnar eins og fyri teir smærru er galdandi, at minni ávirkan tú fær, minni verður áhugin fyri at gera íløgur. Og hetta er kanska meiri galdandi fyri teir størru – strategisku – íleggjararnar.

Men tað var sum nevnt áhugin millum privatu íleggjararnar, sum tók øll á bóli, og tað eigur løgtingið at hava í huga, tá spurningurin um seinasta triðingin av bankanum skal fyri tingið.

- Eingin støða er enn tikin til, hvussu seinasti triðingurin skal seljast. Og heldur ikki nær. Men sum áhugin hevur verið fyri partabrøvunum, eigur løgtingið avgjørt at taka hædd fyri tí, og hvør veit, kanska hevði tað verið rætt at selt seinasta partin nú, meðan áhugin er so stórur fyri bankanum, sigur Anfinn Kallsberg.