- Alt hjá The Beatles er gott

(Ljóðsamrøða frá "Hvonn Live" á Rás2) Hoyr Stanley Samuelsen syngja, og hugleiða um "The Beatles" á "Hvonn Live"

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr løtuna, tá trubadururin úr Fuglafirði, Stanley Samuelsen vitjaði sendingini "Hvonn Live" fyrr í kvøld.

 

Mirjam Pætursdóttir gjørdi eina samrøðu við Stanley Samuelsen um tónleikin hjá "The Beatles". 

 

Stanley Samuelsen dámar alt, sum "The Beatles" hava gjørt, og staðfestir, at eisini fyri seg hevur bólkurin úr Liverpool í Onglandi havt stóran týdning. Vit hoyra eisini Stanley Samuelsen seta orð á skaldskapin og løgini, sum Paul McCartney, John Lennon og George Harrison hava gjørt hvør sær.

 

Á ljóðfíluni hoyra vit eisini Stanley Samuelsen syngja. Upprunaliga skuldi Stanley Samuelsen ikki verða við í sendingini "Hvonn Live". Evi Tausen fekk forfall, og Stanley Samuelsen traðkaði til, sum ein væleydnaður "avloysari".