Løgmaður Jóannes Eidesgaard er ein kroystur maður í hesum døgum. Hann arbeiður uppá lívið við at finna eina loysn uppá trupulleikunum, ið komu í kjalarvørrinum av Gerhardsa verbalu álopum, ið settu løgmann lágt meðan Gerhard kom uppá hægsta tilbiðanarstatus á Sandoynni. Um Gerhard hevur hjálpt síni egnu søk ella ikki skal her verða ósvara, tí tey flestu vita nokk hvørjar fylgur hetta fer at fáa fyri Sandoyartunnilina. Fyri at koma aftur til løgmann, so situr hann (løgmaður) sum leiðari fyri eini minnilutastjórn, sum ikki fær arbeiðsfrið. Hvørki frá sínum egnu ella frá andstøðutinglimunum. Til tað eru brotini einfalt ov stór. Fyri at koma aftur til Gerhard, so hava Eidesgaard & Hoydal sætt hann sum ein trupulleika líka síðan samgongan legði frá landi. Gerhard hevur sett seg á eitt mál og hevur læst seg har. So hevur hann kravt sítt mál loyst fyrst og so kann restin loysast aftaná. Nógv hevur verið togast aftur og fram, men ongantíð hevur rikist fyri eini loysn. Ikki fyrrenn tunnilsnevndin bleiv sett. Tá byrjaði mann at síggja ljós í endanum á tunnellini, tí nú bleiv ein nevnd sett niðu BARA at viðgera tunnelir. So mátti alt fara at laga seg, men gakk. Páll segði ja, men Gerhard segði NEI. Tvinnir vórðu kostirnir hjá løgmanni aftaná tilmæli frá tunnilsnevndini og hvørgin vórðu mjúkir. Annahvørt skuldi løgmaður lova Gerhardi ein tunnil, ið byrjast skuldi uppá í 2009 ella stakk Gerhard í sekkin og rýmdi í land frá samgonguskútini. Endin gjørdist tað seinna og eftir situr løgmaður í eini minnilutastjórn, har eingin er sinnaður at taka upp samstarv við samgonguna, tí eingin flokkur uttanfyri samgonguna vil eyðkennast við klandursskútuna CHE.
Hetta er tó langt frá einasti trupulleiki hjá løgmanni, umenn hetta mál hevur fingið mesta umrøðu. Landssjúkrahúsið var ein stórur knútur, ið leingi lá óloystur. Úrslitið bleiv eitt opið kríggj millum Hans Paula Strøm og Jenis av Rana. Orðakríggi millum teir báðar suðringarnar var ikki hissini og okkurt lýsingarorð var betur ósagt.
Ein annar trupulleiki hevur stungið seg upp nú, sum eisini er tengdur at Sandoyartunnellini, men tann trupulleikin hevur einki við Gerhard Lognberg at gera. Bergtóra H. Joensen og Páll á Reynatúgvu er rúkandi ósamd um Sandoyartunnellina og um hon skal gerast ella ikki.
Torbjørn Jacobsen fær eisini dyggar ákoyringar frá nøkrum av sínum starvsfeløgum, so sum Heina O. Heinesen og Gerhard Lognberg, sjálv um tað er ivasamt um hann er inni ella úti. Kanska Eyðgunn Samuelsen í sínum aftursvarið til Gerhard kann fortelja okkum um Gerhard er inni ella úti. Og um ósemjurnar ikki vórðu nokk av, so er Mikkjal Sørensen ikki glaður fyri ætlaðu skerjingarnar í blokkinum. 117 milliónir er ov nógv at spæla sær av við, heldur Mikkjal Sørensen og líka leggur hann í, um tað er partur av sangonguskjalinum um ætlanin er at minka blokkin.
So um vit hyggja samanumtikið at tíðarskeiðinum, sum samgongan hevur sitið, so koma vit ikki at minnast aftur á førdan politikk. Vit minnast aftur á ósemjur. Sjálvt tá teir hava roynt at ført politikk er ætlanin kollrend. Fiskidagamálið, útlendingamálið, blokkniðurskurður og tunnellir eru nøkur av málunum, sum samgongan hevur roynt at ført fram, men ongantíð hevur full semja verði um nakað. Eg ivist í um nakar samgongu limur las samgonguskjalið áðrenn samgongan bleiv skipa tí eingin er so óður inná skjalið, sum júst samgongan.
So Jóannes Eidesgaard, legg kongin og lat onkran annan sleppa framat, tí tín leiklutur er spældur. Vit sum standa uttanfyri minnast ósemjur og stuttlig orðaskiftir og tað var valla meiningin hjá Hoydal & Eidesgaard at verða útsettir sum ein stuttlig og rokmikil samgonga tá teir byrjaðu.