PLANET AWARDS: Tað var Beinta Gregersen í Virkishúsinum í Klaksvík, sum fekk heiðurin sum ársins herðaklapp. Hon fegnaðist sum vera man um heiðurin – og tað, at fólk halda, at tað er gott, sum tey gera har.
- Men tað er eitt sindur undarligt at fáa alt hetta einsamøll, tí tað eru so nógv onnur fólk við í hesum enn eg, men vit fegnast um tað sjálvandi, segði hon við Portallin hetta kvøldið.
Men hvat er tað, sum tit gera har norðuri á Dávavirkinum?
- Dávavirkið er stutt og greitt venjingarhøli. Har eru á høli, sum bólkar kunnu venja í, og so er eitt stórt høli, sum vit vóna at fáa til konserthøll, sigur Beinta Gregersen.
Hon greiddi frá, at tá hon kom norður til Klaksvíkar í 2006 høvdu nakrir menn júst keypt hetta gamla ísvirkið, sum stóð tómt, og teir vistu ikki júst, hvat teir skuldu brúka tað til.
- So hálaði eg nakrar mans við mær, Inga Isaksen og aðrar, og spurdi, um vit ikki kundu gera hetta til konserthøll, og tað útviklaði seg so til hesi venjingarhølini, segði Beinta Gregersen.
- Okkara lutur hevur verið at sett gongd á og at fingið kommununa at seta pengar í og at fingið tónleikararnar við upp á tað.
Hon greiðir frá, at hetta sjálvandi altíð kann gerast betri, enn tað er, men her eru 25 tónleikabólkar, sum venja, so her er nógvur aktivitetur. Talan er bæði um ungar sum eldri tónleikarar, men teir gerast yngri og yngri, og tað er sera stuttligt, heldur Beinta.
Hon vísir á, at Musikkskúlin eisini hevur fingið fótin innumm, og tað ger sjálvandi eisini sítt til, at tey ungu gerast alt meira húsvand á Dávavirkinum.
Alt hetta virksemið hevur verið við til at sett enn meira ferð á tónleikalívið í Klaksvík, sum mangan hevur verið í fremstu røð í landinum, hóast tað kanska ikki er tað beint nú.
- Jú, tað hevur tað heilt víst gjørt. Bara tað at vit hava 25 tónleikabólkar, sum venja her, sigur sítt. Vit høvdu leitaðu eisini við luppi eftir einum klaksvíkbólki at spæla í Virkishúsinum, tá vit fóru í gongd, men nú er tað als eingin trupulleiki, sigur Beinta Gregersen, sum ætlar at brúka ársins herðaklapp til at gera okkurt meira – og til at sleppa enn virkseminum kring Virkishúsið í Klaksvík enn longur fram.
------
Planet Award tiltakið, sum varð hildið millum jólanna var tað triðja í røðini. Hini bæði hava verið hildin á Hotel Føroyum, meðan tiltakið hesaferð varð hildið í Miðlahúsinum og varpað út beinleiðis í radio á Rás 2, samstunds sum Portalurin fylgdi væl við við myndum, teksti og við kykmyndum. Soleiðis var tiltakið varpað út gjøgnum tríggjar miðlar samstundis.
------
MYNDATEKSTUR TIL BEINTU:
- Bara tað at vit hava 25 tónleikabólkar, sum venja her, sigur sítt. Vit leitaðu við luppi eftir einum klaksvíkbólki at spæla í Virkishúsinum, tá vit fóru í gongd, men nú er tað als eingin trupulleiki, sigur Beinta Gregersen
Mynd: Álvur Haraldsen










