– Alt gav meining tá eg fekk staðfest ADHD

Bára Silvansdóttir, sum er næstforkvinna í ADHD-felagnum, greiðir í framløgu frá hennara upplivingum við ADHD

24 ára gamla Bára Silvansdóttir hevur hildið eina framløgu, har hon greiðir frá, hvussu tað var at fáa staðfest ADHD sum vaksin, og hvussu lívið var áðrenn og aftaná diagnosuna.

Hon fortelur, at tá hon var barn, føldi hon ikki so nógv til, at hon hevði ADHD. Men tá hon bleiv eldri, blivu eyðkennini týðiligari. Hon hevur ein tvillingabeiggja, og hon fortelur, hvussu hon samanbar seg við hann, tí hann dugdi og skilti summi ting betur enn hon. Uppá hendan mátan legði Bára betur merki til hennara eyðkenni.

Bára Silvansdóttir helt eitt nú ikki, at 10. flokkur var serliga spennandi, og tað var ikki lætt at taka ein avgerð um, hvat hon skuldi í lívinum aftaná 10. flokk.

– Eg føldi ikki avbjóðingarnar hjá mær, fyrr enn eg bleiv mamma. Og tað bleiv eg, tá eg var 17 ára gomul, sigur Bára Silvansdóttir í framløguni.

Eisini fortelur hon um, hvussu ADHD hevur elvt til tunglyndi og angist, umframt ymisk ivamál í lívinum.

Víðari fortelur hon, hvussu tað var at blíva útgreinað, sum ikki var lætt. Men tá hon fekk staðfest ADHD, var kenslan sera góð.

– Nú var eg ordiliga til. Nú gav alt meining, og eg havi tað enn soleiðis. Tað er sum at mann skal læra seg sjálva at kenna á nýggjum, sigur Bára Silvansdóttir í framløguni, sum tú kanst síggja her:

##med2##